? Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, fær tað at ljóða, sum Vestmanna Kommuna fær ávísar ágóðar av ferjuleguni fram um aðrar kommunur, men hetta er als ikki satt. Vestmanna Kommuna fær ongar ágóðar fram um aðrar.
Gunn Joensen, bygdarráðsforkvinna í Vestmanna, er ónøgd við útsagnirnar hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni í Sosialinum seinasta leygardag, har hann sigur, at Vestmanna Kommuna fær pening fyri ferjuleguna.
? Sannleikin er, at ein kunngerð leingi hevur verið um, at landið skal gjalda ávíst gjald fyri økið við ferjuleguna í Vestmanna. Hetta gjald hevur verið 22 krónur fyri hvønn fermetur, og nú hava myndugleikarnir avgjørt at hækka hetta hetta gjaldið upp til 30 krónur fyri hvønn fermetur. Tó hava vit aldri fingið eitt einasta oyra av hesum gjaldinum.
Harafturat vísir bygdarráðsforkvinnan í Vestmanna á, at rokningarnar, skivaðar eru út fyri nýtslu av økinum við ferjuleguna, ikki fevna um alt økið, men hóast hetta hava myndugleikarnir ikki hirt at goldið eitt einasta oyra til Vestmanna Kommunu.
Mismunur
Gunn Joensen heldur, at stórur mismunur verður gjørdur millum tær ymsiku kommunurnar við ferjulegum, tá hugsað verður um skipa- og vørugjaldið fyri strandfaraskip í innanoyggjasigling.
Gjaldið er nevniliga roknað soleiðis út, at tað bert verður goldið fyri tveir túrar um vikuna til hvørja havn. Hetta heldur Gunn Joensen vera púra burturvið, tá hugsað verður um, at túratalið um Vestmannasund er 103 túrar um vikuna.
Skipa- og vørugjaldið inniheldur i veruleikanum fýra gjøld. Fyrst er talan um havnagjaldið, ið er tvey gjøld um vikuna roknað pr. nettotons eftir galdandi skipa og vørugjaldsskrá. Síðani er eitt brúgvagjald, ið er hálvt gjald, roknað pr. nettotons pr. dag eftir galdandi skipa- og vørugjaldsskrá. Eisini er eitt ferðafólkagjald, ið er 50 oyru fyri hvørt ferðafólk. Tað seinasta gjaldið er eitt bilgjald, ið er 4 krónur fyri hvønn last ella persónbil, fluttur verður.
Tá øll hesi gjøld eru roknað saman, er komið fram til, at gjaldið til Klaksvíkar havn skal vera 55.000 krónur, gjaldið til Leirvíkar havn verður 55.000, Tórshavnar havn fær 58.000 krónur, Vestmanna 50.000 krónur, Skopun 18.000 krónur, Tvøroyri 58.000 krónur, Vágur 14.000 krónur og at enda fáa havnirnar á Strondum og á Toftum hvør sínar 3.500 krónur fyri eina møguliga skálafjarðarsigling.
Afturat hesum gjøldum, verða, sum áður nevnt, goldnar 30 krónur fyri hvønn ferðmetur um árið, fyri økini, ið verða nýtt til bilbásar og so framvegis. Støddin á økinum verður avtalað við tær avvarandi kommunurnar.
Øll hesi gjøld vórðu sett í gildi frá 1. juli í ár.
Í 1990 stóð í líknandi kunngerð, at gjaldast skuldu 22 krónur fyri hvønn fermetur um árið, fyri øki, nýtt verða til bilarøðir og annað. Men sambært Gunn Joensen, hevur Vestmanna Kommuna aldri fingið eitt oyra fyri leigu av økinum. Tí skilir hon ikki, hví landsstýrismaðurin sigur, at kommunan fær pening.
Einki við sanering at gera
Gunn Joensen vísir á, at tað beinleiðis er lygn, tá Finnbogi Arge sigur trupulleikan vera tann, at Vestmanna Kommuna er ónøgd við, at hon ikki kom við í eina saneringsætlan saman við øðrum kommunum.
? Ferjulegumálið er eldri enn kreppulánsgrunnurin, og tí hava hesi einki við hvørt annað at gera. Vit eru ónøgd við, at við skulu svíða fíggjarliga fyri ferjuleguna, ið ikki beinleiðis er til nyttu fyri Vestmanna, men sum er álitið í loftvegis sambandinum hjá øllum føroyingum við útheimin. Talan er jú um einastu leið til flogvøllin.
Sambært Gunn Joensen noyðist Vestmanna Kommuna at gjalda fyri asfaltering av kommunala vegnum til ferjuleguna, ið er einasti vegur til ferjuleguna, og hetta heldur hon vera ógvuliga óheppi.
At enda fegnast bygdarráðsforkvinnan í Vestmanna um, at landið nú hevur viðgingið feilin, tá fíggingin til havaútbyggingina varð afturhildin og kommunan var noydd at gjalda rentur. Vón hennara er, at hesin peningur skótt verður endurgoldin kommununi.
Gunn Joensen heldur, at Vestmanna Kommuna hevur verið tolin, og vónar, at nakað fer at henda í ferjulegumálinum sum skjótast. Um ikki, so er ikki óhugsandi at tiltøk verða sett í verk. Men í løtuni er samband millum Vestmanna Kommunu og landsstýrið, og so leingi hildið verður, at glið er á, verða eingi tiltøk sett í verk.