torført at lýsa hana í stuttum. Men skuldi tað verið kroyst í eina reglu, so kundi tað kanska kallast, um enn sveimandi: lívsjáttandi yrkingar, bornar av fangandi melodiium og ballaðar inn í heimligan sangs [...] Høgna er í sentrum. Kassagittarin, ið ljóðar serstakligani væl gjøgnum alla fløguna, kemur til sín rætt. Men tá ið gongd kemur í, og ljóðmyndin byrjar at fyllast, haltar eitt sindur. Sum til dømis í Ei longur [...] Tað hevur leingi verið soleiðis í Føroyum, at um tú veruligani vil vera tikin fyri fult sum sangskrivari, skulu yrkingarnar vera eitt sindur daprar og syrgiligar. Lívið er ikki bara ‘lutter idyl’ og ein
vanatankanum um brúka auktiónsprinsippi. Tað er í hvussu er nógv í bendir á, at tað skal ein hugburðsbroyting til. Hvar hon skal byrja er stjórin í Fiskasøluni ikki í iva um. Hann heldur, at tað er burturvið [...] gera nóg mikið av lidnari vøru til marknaðin í Evropa Í seinastu viku segði fyrrverandi stjórin á Fiskasøluni, Bjarti Mohr, at føroyingar mangla forntsoldátar í søluliðnum. Bjarti Mohr heldur, at tað verður [...] skulu vit tað, so mugu vit hava rávøruna, ella hava eina avtalu um rávøruna. Tað hava vit ikki í Føroyum, tí teir sum eiga fiskin selja hann har teir fáa mest fyri hann tá teir selja hann, sigur Hans Johannes
tøðið í Føroyum. Sum vit nevndu í Sosialinum í gjár, hava arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið tosað saman um at finna eitt felags útspæl, sum tey kunnu fara til landsstýrið við. Kjarnin í hesum [...] skattatrýst er nakað, sum politikarar hava sóknast eftir í nógv ár. Og Løgmaður sigur eisini, at partarnir í arbeiðsmarknaðinum skulu vera vælkomnir í landsstýrið at umrøða støðuna. Hann er eisini spentur [...] sigur, at hetta eru alt viðurskifti, sum vinnulívmenn hava umrøtt nógvar ferðir í seinastuni. Men hann er eisini samdur í, at skal hetta bera til, verður neyðugt við betri sambandi ímillum Føroya og umheimin
børnum, eisini skal hava møguliekan at búgva heitt og gott í einum heimi, hon er góð við? Kom í gongd við at byggja. Bygg íbúðir, lestraríbúðir í Runavík, Klaksvík, Tóshavn og aðrastaðini. Eldraíbúðir, [...] at ferð kemur á, so vit standa við 100 fleiri búðeindum til Almnannaverkið í 2016, og at Bústaðir og privat veruliga koma í gongd við at byggja, og byggja nokk. Er bústaðatrot ein uppgáva fyri landið [...] teimum í neyð, tá ið vit fyrst skulu hjálpa øllum teimum vælbjargaðu, sum standa frammanfyri á bíðilistanum. Til dømis kunnu atlit, so sum fagbólkar, einligar mammur, sjúk, og hvar fólk annars búgva í landinum
Mona- Maria Úr Fugloy, deildarleiðari, skrivar í einari grein í farnu viku, at hon hevur havt ábyrgd fyri útbúgving á eldraøkinum undir líknandi verkætlanum í Danmark og var tað als ikki nøkur succes fyri [...] búgvingin skal sostatt styttast úr 15 mánaðum heilt niður í 17 vikur.! Næmingarnir taka ástøði, ið svarar til 17 vikur, men teir skulu ikki í starvsvenjing! Fyri tað fyrsta, so merkir hetta, at tey lesandi [...] mann útbúgvingina aftur hagar, sum hon var, ÁÐRENN heilsuhjálparaútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum. Og, sum ikki einaferð, skal mann minnast til at lesa tað, sum stendur við smáum: Har stendur nevniliga
samtykkja Heimastýrislógina, hava nú arbeitt undir hesi lóg í skjótt fimmti ár, og við henni sum høvuðsamboð er tíbetur nógv broytt í Føroyum rætta vegin síðan 1948. Sjálvt um hinir føroysku flokkarnir [...] tú kanst siga, at danska stjórnin í dag als ikki skilir andan í lógini, og tí kann stundin vera komin, har neyðugar dagføringar skulu gerast. Og sum nærri tilskilað í stevnuskrá Sambandsfloksins, er flokkurin [...] frá navninum sum sigst vera »Sjálvstýrislóg«. Við teim stóru, positivu broytingunum í huga, sum síðan 1948 hava verið í tí føroyska samfelagnum, veit Javnaðarflokkurin, at Heimastýrislógin er ein sjálvstýrislóg
ið í Kabelvåg, sum er ein lítil bygd í Noregi, ikki nógv størri enn Skopun. Men at Kabelvåg hevur tikið listina til sín, hevur gjørt lítlu útróðrarbygdina til eitt tað fagrasta mentanarumhvørvið í Noreg [...] til listafólk, ið blivu kunngjørdar fyrst í vikuni, og sømdargávur og mentanarvirðislønir landsins fingu undirritaði og tveir av okkara fremstu listamonnum fyrr í ár. Fyri tað fyrsta, so kennist tað løgið [...] at vinna Skopun onkra altjóða virðisløn. Vónin er eisini at fáa eina minni filmsverkætlan í gongd á Sandoynni í summar. Men tann hugurin hevur líkasum fingið ein lítlan smekk, nú øll list brádliga skal
føroysk kvinna hevur runnið! 5000 m Longu teinarnir í renning vísa seg at vera væl umtóktir í Føroyum. Flestu rennikappingarnar eru á longru teinunum, og eisini í hesari kappingini vóru fleiri luttakarar, 9 hjá [...] Svangaskarði er Føroyameistarakappingin í frælsum ítrótti. Frælsur ítróttur er ein ítróttagrein, har tú skuldi trú at nógvir luttakarar høvdu hug at royna seg í teimum mongu greinunum, men eins og árini [...] sum setti sín dám á kappingina, og hjá kvinnunum var tað aftur í ár Ingibjørg Poulsen, sum greitt hevði leiðsluna alla tíðina. Úrslitini í kúluvarp vórðu: Menn: 1. Heri Ziska, Bragdið12,26 m 2. Finn Hansen
altíð eina meting. Men í hesum føri var veðrið so ringt, at tað hevði ikki gjørt mun. Onkur skip settu seg upp ímóti veðrinum, men tað gekk minni væl, tí har fóru treylarar í sor. Í hesum føri var ætlanin [...] Andreas F. Hansen er formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Hann er stak ónøgdur og tað er Smyril Line, sum stendur fyri skotum. Hesa síðstu vikuna hevur lítið skil verið í siglingini hjá Norrønu, tí veðrið [...] hevur størri týdning at fáa ferðafólki, hagar tey skulu. - Vit halda, at í slíkum førum eigur Smyril Line at hugsa um virðið í útflutninginum og fíggjarligu avleiðingarnar av, at fiskurin ikki kemur fram
spanski marknaðurin er ógvuliga sterkur í løtuni. ? Hinvegin hava norðmenn arbeitt meiri á portugisiska marknaðinum, sum er heldur veikari í løtuni. Hetta ger, at í løtuni fáa vit einar 7-8 krónur meiri [...] føroyskum saltfiski er so høgur sum ongantíð fyrr. Í seinastuni hevur verið eitt sindur av kjaki um prísirnar á saltfiski og ikki minst hevur tað vakt ans í Noregi, at vit fáa so góðan prís fyri okkara saltfisk [...] páskir eru onki sum bendir á, at prísurin fer at fella aftur. Beint í løtuni er marknaðurin eitt sindur slakur, men tað er vanligt í januar mánaða og kann ikki takast sum ein ábending um gongdina framyvir