Hava mist tvær millionir hesa vikuna

- Tað fer at taka okkum fleiri mánaðir at vinna tað innaftur, sum vit hava mist hesa vikuna, bara tí at Smyril Line hugsar meiri um ferðafólk enn um okkara útflutning, sigur Andreas F. Hansen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum


- Hetta fer at kosta okkum einar tvær milliónir. Og tað fer at taka okkum fleiri mánaðir at vinna tað innaftur.
Andreas F. Hansen er formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Hann er stak ónøgdur og tað er Smyril Line, sum stendur fyri skotum.
Hesa síðstu vikuna hevur lítið skil verið í siglingini hjá Norrønu, tí veðrið hevur verið so ringt. Norrøna førir ein stóran part av øllum tí fiski, sum føroyingar útflyta. Og tá ið lítið skil er á siglingini, er av tí sama eisini lítið skil á fiskaútflutninginum.
- Bara hesa vikuna, hava føroyskir fiskaútflytarar mist einar tvær milliónir, tí Norrøna hevur verið so illa seinkað.
Hann sigur, at seinkingarnar hava við sær, at fiskurin kemur alt ov seint fram til keypararnar og tað førir við sær, at keyparar seta fram endurgjaldskrøv móti føroyska útflytaranum, tí at avtalur ikki kunnu haldast. Men hetta førir eisini við sær, at fiskurin, sum teir fáa fleiri dagar ov seint, er ikki so góður, sum hann átti at verið og tí krevja teir avsláttur í prísinum.
Andreas F. Hansen sigur, at tað fer at taka útflytarum vikur og mánaðir at vinna tað innaftur, sum teir hava mist, bara hesa vikuna, av tí at siglingin hjá Norrønu hevur verið so óreglulig.
Tí er hetta eitt heilt álvarsligt bakkast fyri útflytararnar, sum frammanundan hava sítt at dragast við av tí, at kappingin er so hørð, at vinningurin av hvørjum kilo er so lítil.
 
Òtrúlig raðfesting
Hóast illveðrið er beinleiðis orsøkin til, at ólag er á siglingini hjá Norrønu, er tað ikki veðrið, sum fiskakeyparar eru ónøgdir við.
Veðrið kunnu ráfiskakeypararnir onki gera við. Men teir halda avgjørt, at Smyril Line kundi raðfest øðrvísi.
Tí er ónøgdin vend ímóti flutningsfelagnum.
- Vit halda, at Smyril Line hugsar ov nógv um ferðafólkið og ov lítið um farmin, sigur Andreas F. Hansen.
Tí halda fiskaútflytararnir, at raðfestingin hjá Smyril Line er alt annað enn til frama fyri okkara útflutning.
- Tá ið veðrið er so vánaligt, sum tað hevur verið, eigur Smyril Line at viga fyri og ímóti og at gera upp við seg sjálvt, um tað telur meiri at fáa fiskaútflutningin fram til tíðina, ella um tað hevur størri týdning at fáa ferðafólki, hagar tey skulu.
 - Vit halda, at í slíkum førum eigur Smyril Line at hugsa um virðið í útflutninginum og fíggjarligu avleiðingarnar av, at fiskurin ikki kemur fram til tíðina.
Hinvegin eigur at vera hugsað um, hvussu nógv ferðafólk er við og so at seta tað upp ímóti tí missinum, ið stendst av, at fiskurin ikki kemur fram til tíðina.
Andreas F. Hansen sigur, at tá ið Smyril Line fór úr Havn í farnu viku, vistu tey, at veðrið fór at verða ringt.
- Tí varð tað fullkomiliga burturvið at fara til Bergens áðrenn farið var til Danmarkar. At Norrøna fór fyrst til Bergen, gjørdi, at hon lukkaðist ikki til Danmarkar, áðrenn illveðrið brast og sostatt fóru milliónir fyri skeytið hjá fiskaútflytarunum.
- Hugsaði Smyril Line meiri um farmin, sum hevði eitt virði upp á tíggjutals milliónir og sendi Norrønu beina kós til Danmarkar, var ongin trupulleiki.
- Hetta var ein ótrúlig raðfesting hjá Smyril Line, staðfestir formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum.
 
Umhugsa aðrar leiðir
Andreas F. Hansen sigur at ráfiskakeyparar hava umrøtt støðuna og teir eru ómetaliga ónøgdir við tænastuna frá Smyril Line.
- Framferðin hjá Smyril Line hevur fingið útflytarar at hugsa um, antin teir skulu brúka hesa farleiðina í framtíðini.
- Útflytarar eru við at missa tolið og ein møguleiki. Tí eru teir meiri og meiri farnir farnir at umhugsa at brúka Skipafelagið meir og at føra fiskin umvegis Skotland, hóast tað førir við sær, at fiskurin kanska verður ein dag, ella tveir, seinni á marknaðinum.
- Smyril Line hevur eitt skip, har ferðafólkini vísa seg at vera raðfest fremst. Hinvegin hevur Skipafelagið farmaskip, har farmurin er raðfest fremst. Og hóast tað førir við sær, at fiskurin verður eitt sindur seinni á marknaðinum, vita vit, at hann kemur fram og so mugu vit bara byggja marknaðin upp eftir tí, sigur Andreas F. Hansen. 
 
Skilja ikki atfinningarnar
Á Smyril Line skilja tey ikki rættiliga atfinningarnar.
Thomas Magnussen sigur, at tey gera altíð eina meting.
Men í hesum føri var veðrið so ringt, at tað hevði ikki gjørt mun. Onkur skip settu seg upp ímóti veðrinum, men tað gekk minni væl, tí har fóru treylarar í sor.
Í hesum føri var ætlanin at fara til Frederikshavn, men har hendi so tað óhapp, at eitt skip sleit endarnar. Tað var eitt óhapp, vit ikki vóru harrar yvir, so tað er torført at lasta okkum fyri tað, sigur Thomas Magnussen.
- Vit flyta bæði ferðafólk og farm og vit noyðast at taka atlit at báðum. Vit royna at tæna báðum so frægt, vit kunnu. Men vit hava eisini eina ferðaætlan, sum vit mugu royna at halda.
Hann vísir eisini á, at í annaðkvøld er fráferðin útsett fyri at geva farmi betri umstøður.
Hendan túrin vóru góð 300 ferðafólk við Norrønu. Eini 150 fólk fóru úr Føroyum og eini 150 komu við afturat úr Bergen, sigur hann.