Tað hevur leingi verið soleiðis í Føroyum, at um tú veruligani vil vera tikin fyri fult sum sangskrivari, skulu yrkingarnar vera eitt sindur daprar og syrgiligar.
Lívið er ikki bara ‘lutter idyl’ og ein dansur á rósum. Nei, tað er hart og strævið og fult av vónbrotum.
Samstundis liva vit í einum landi, ið hevur eina harðlynta náttúru við regni, vindi og brimbardum klettum, sum er tekur undir við áðurnevndu lýsing. Tað er nakað, flest øll kunnu vera samd um, og sum nøkur av okkum yrkja um.
Men nevniligani av somu orsøk; tí at lívið er torført til tíðir, og tí at Føroyar mangan eru ein beiskur biti at svølgja, og tí at næstan allur føroysk list er døpur og tung, kemur fløgan Hugafar á ferð sum eitt frískt lot.
Meistarin av Heygum
Sjáldan hevur ein fløguhúsi samfylt so væl tónleikinum sum á hesari útgávuni. Heimliga og hugnaliga kenslan, tú fær av at hyggja og nema við fløghúsan, avspeglar sera væl innihaldið á fløguni.
Allur tekstur er handskrivaður við ymsum skriftum. Myndir av upptøkutíðini eru sløddar her og har, meðan linjálir, ferðaseðlar, skógvar, gaflar og tómar tomatdósir eru bara nøkur av tingunum, ið tú møtir á veg gjøgnum húsan.
Húsin er eitt listaverk fyri seg, og Heiðrikur á Heygum hevur enn eina ferð prógvað, at hann er millum dugnaligastu grafisku listafólkunum, vit hava.
Teitur Finnur Páll
Sum tað er við flest øllum útgávum, so er torført at lýsa hana í stuttum. Men skuldi tað verið kroyst í eina reglu, so kundi tað kanska kallast, um enn sveimandi: lívsjáttandi yrkingar, bornar av fangandi melodiium og ballaðar inn í heimligan sangskrivaratónleik.
Um ein blandar Teitur og Páll Finnur Páll, so hevur tú á leið ein Høgna Reistrup, pluss minus. Pena fingraspælið og bleyta røddin leiðir tankarnar á ein Mark No Limits Teitur. Samstundis fær reina poppkompositiónin við blásarum og strúkarum teg at hugsa um Páll Finnur Páll. Tó skal sigast, at Høgni er heilt sín egin, og hóast Hugafar á ferð ikki er nøkur slóðbrótandi útgávu, so er talan eina sterka fløga við góðum tekstum og fangandi løgum.
At hvíla við Høgna
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at hesin ummælarin er follin ‘pladask’ fyri røddini hjá Høgna.
Høgni hevur eina hása og pena rødd, ið hann eisini hevur sera gott tamarhald á. Hann syngur reint og dugir væl at nýta hana dynamiskt, og fer man í smálutir, so hevur hann eisini eina sjarmerandi vibrato á endununum á teimum langu tónunum.
Á summum útgávum situr man mestsum og krympar tær, meðan sangarin í heilum fríggjar við hálvtónum yvir og undir teimum, ið miðja verður eftir. Men við Høgna hvílir tú og nýtir tónleikin.
Ungt skald
Tað eru allarhelst fleiri við mær, ið hava tveitt pennin frá sær eftir óteljandi miseydnaðar dansir við føroyska málinum. Ein hørð madamma at svinga við.
Men Høgni dugir væl at yrkja og megnar at skriva fjølbroytt og vakurt. Friðsæla stund er eitt dømi upp á hansara skaldsligu dygdir:
Kom lat okkum finna spírandi gøtur
Dáttliga heimurin bjóðar tær várskrýddar løtur
Ein sjón so vøkur at løtan hon verður til ár
Væna steðga so at tíðin kann festa sær røtur
Friðsæla stund stimbra lívsins lund
At Høgni á so ungum aldri vísir slíkar dygdir innan skriving, kundi bent á, at unga ættarliðið hevur fingið sín Kára P. Sjálvandi er eitt sindur eftir enn, men tað er ikki óhugsandi, at um nøkur ár er Høgni ein av okkara mætastu yrkjarum.
Riggar best niðri á jørðini
Millum sterku løgini á fløguni eru Býurin við ánna, Hugafar á ferð og Tak meg við. Øll trý eru rættiliga still løg, og tað eru nevniliga hesi, tey einklu og naknu løgini, ið rigga best. Tað organiska og inniliga ljóðið er fangað, og røddin hjá Høgna er í sentrum. Kassagittarin, ið ljóðar serstakligani væl gjøgnum alla fløguna, kemur til sín rætt.
Men tá ið gongd kemur í, og ljóðmyndin byrjar at fyllast, haltar eitt sindur. Sum til dømis í Ei longur ein lítil genta, sum er tað villasta lagið á fløguni og er eitt up-tempo popplag.
Roynt verður at fáa eitt stórt sound, men á ein ella annan hátt ljóðar tað tómt og ikki væl miksað. Kanska serliga trummuljóðið er tunt. Tað er sum um, at tað lítla og einkla ljóðið, ið riggar so væl í teimum stillu og friðarligu sangunum, ikki heilt slær til, tá ið gongd kemur í.
Samstundis livir teksturin, eftir mínum tykki, ikki upp til Høgnasa annars so frálíku yrkjan.
Ein dýrgripur
Men talan er avgjørt um eina frálíka debutfløgu, ið Høgni kann vera sera stoltur av. Leiklutin sum skald og tónasmið megnar hann til fulnar, og eingin ivi er um, at vit hava fingið ein tónlistarligan og málsligan dýrgrip í Hugafar á ferð. Uttan iva millum bestu føroysku útgávurnar í ár.