varð tí skipað fyri stuðulskonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík, har somu tónleikarar tóku lut. Áhugin fyri konsertini var stórur, og tað eydnaðist eisini at savna eini 700 fólk til stuðulskonsertina [...] Martin Joensen og co., VOX og Kristel Lisberg gjørdu leygardagin enn eitt hál fyri vælgerðina. Tann 8. november varð skipað fyri stuðulskonsert í Vesturkirkjuni í Havn, og tá savnaðust um 900 fólk at lurta [...] túsund krónur inn. Peningurin er oyramerktur, og fer til at byggja nýtt blákrossheim á Nesi. Sostatt lótu tey, ið vóru og lurtaðu, næstan 50 krónur fyri hvørt høvdið, og presturin var takksamur. Eisini t
helt onkur fyri, at nú fast samband verður millum flestu oyggjar, verður ikki grundarlag fyri at hava bátastevnur og tílíkt. Viðkomandi helt, at nú kunnu fólk bara seta seg í bilin og koyra til slíkar stevnur [...] samleika, og føroyingar koma altíð at hava alsk til havið og tað at sigla. Eyðvitað er, at fólk í framtíðini koma at hava minni og minni brúk fyri báti til ferðing, tá koyrast kann í næstan hvønn krók í [...] rætt. Nýggj samferðsluætlan er gjørd fyri alt landið, har nógvir tunlar skulu gerast, so einaferð í framtíðini kann koyrast - um ikki úr Fugloy – so av Viðareiði til Sumbiar. Vit øll fegnast um, at sam
sosialu heimasíðuna til ávís endamál. Undir heitinum ?Tímaløn til tingfólk? vísa yvir 700 føroyingar sína ónøgd við sparingar, ið eru framdar seinastu tíðina. Og víst verður eisini á, hvussu til ber at spara [...] soleiðis um bólkin. ?Nú, tá ið sparingar skulu gerast fyri at fáa landið at koyra, eru fleiri týðandi funktiónir í landinum við skerdan lut. Fyri tað mesta er tað vælfungerandi øki, sum ikki fáa neyðuga [...] tingfólkið skuldi funnið uppá at møtt betur upp fyri at økja um inntøkuna, so høvdu tey nokk kunna hosta upp við betri loysnum.? Eitt annað uppskot fyri at spara uppaftur meira, kundi verið at havt avriksløn
døgunum 15. til 29. juni. Fältbiologerna er ein landsumfatandi felagsskapur í Svøríki fyri ungfólk, sum hava áhuga í náttúru og umhvørvi. Felagsskapurin hevur 4000 limir í Svøríki og hevur til endamáls at [...] Vágum, í Norðoyggjum, í Eysturoy og í Streymoynni. Á ferðini í Føroyum ætla tey at skipa fyri tveimum fundum fyri øllum, sum hava áhuga. Leiðarin á ferðini er Jenny Åbrg, sum ein vetur gekk á Føroya Fó [...] samband við ung í Føroyum, sum hava áhuga í náttúru og umhvørvinum. Í døgunum 21.-26. juni verður skipað fyri eini legu á Skótadeplinum á Selatrað, har tey búgva í tjaldi og annars at hava eina áhugaverda skrá
flokkinum, av ótta fyri at missa pensión og aðrar almennar veitingar. So ístaðin fyri innanhýsis klandur, brúki tykkar aorku til at greiða fólki frá tykkara breiðu stevnuskrá, so at Tjóðveldisflokkurin kann [...] best kann føra flokkin fram, slapp ikki upp í part, og er hetta sera óheppið fyri flokkin. Tí, hev ði flokkurin ikki brúkt orku til innanhýsis ósemjur, men ístaðin funnið eitt valevni at staðið saman um, hevði [...] mannin á Fólkating. Og hvør veit, kanska er hetta besti og vónandi ikki síðsti møguleiki til tess. Mín áheitan til Tjóðveldisflokkin skal vera: Tit mugu fáa eina skipaða leiðslu, um ikki Finnboga Ísakson
kr. fyri ein tunnil á 2.200 metrar. Ein samanberilig tunnilsverkætlan er Fámjinstunnilin, sum er boðin út millum privatar arbeiðstakarar. Tá tilboðini komu inn var kostnaðurin 207 mió. kr. fyri ein tunnil [...] var hædd ikki tikin fyri, tá privatu tilboðini komu inn. Nú geva arbeiðsgevararnir í Vinnuhúsinum aftur ilt av sær og vilja forkoma tunnilsliðnum, áðrenn farið verður undir tunnilin til Tjørnuvíkar. Men tað [...] politisk ætlan, sum hevur víst seg at rigga sera væl. Haraftrat er tað nógv bíligari fyri skattgjaldaran. Tíverri sær tað út til, at tað hevur eydnast ávísum kreftum at steðga arbeiðinum eina løtu. Men steðgurin
hvussu fyritøkur kunnu fyrireika seg til altjóða marknaðin. Vertur fyri orðaskiftið verður Schønning Eysturoy frá bretsku fyritøkuni Wazoku. Schønning stóð á odda fyri at fáa Wazoko inn á Norðurlendska marknaðin [...] kunnu víðka um virksemið til onnur lond og fyrireika seg til altjóða marknaðin. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni. Les [...] Tíðindaskriv TONIK ráðstevnan, sum verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum, er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at
Torleif Augustinussen, Vestan Hol, 900 Vágur Rættleiðing til Dánjal Bjarkhamar og teir, sum skriva Hamrabø (Havrabø) í staðin fyri Prestajørðin. Á borgarafundi í VB húsinum sunnudagin 29. januar 2006, [...] hevði borgarstjórin funnið uppá at kalla økið, har ellisheim skuldi byggjast, fyri Prestajørðin. Hann hevði altíð rópt tað fyri Hamrabø, og fór altíð at rópa tað Hamrabø. Vágbingar hava nú aldrin sagt Hamrabø [...] grivið mitt í Prestatrøðini. Havrabøur byrjar við matr. nr. 591a og liggur vestan fyri Prestajørðina. Havrabøur hoyrir til Havrahaga og er ognarjørð. Prestajørðin er landsjørð. Tí er tað nokk so løgið, at
umleggingin til partafelag fór at vera til gagn fyri viðskiftafólkini, føroyska samfelagið og alt Føroya fólk. Formaðurin í Føroya Postfelag, Sunleiv Højgaard, bar eisini fram eina heilsan. Til endans hevði [...] danska postverkinum í 1957, til hann legði frá sær fyri nøkrum árum síðan. Hann nevndi t.d. at í 1968 vóru 90 posthús í Føroyum, nú eru tey undir 40. Í nýggju nevndini fyri P/F Postverk Føroya sita umframt [...] Sambært partafelagslógini skulu eisini umboð fyri starvsfólkini veljast í nevndina. Hetta verður gjørt eftir nýggjár. P/f Postverk Føroya var stovnað fyri einum árið síðan, og í vár samtykti løgtingið
Leygardagin 24. september frá kl. 10.00 til 17.00 skipar MFS fyri lestrarskeiði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Skeiðið fevnir um trý høvuðsumráði, ið MFS metir hava týdning fyri tann lesandi undir lestrartíðini [...] 2)Stilla teg fram og halt upplegg. 3)Gerið lestrartíðina til bestu tíðina í lívinum. Skeiðið er ætlað øllum, ið eru undir lesnaði og er viðkomandi fyri lesandi á øllum stigum. Tað verður Anette Sundby, ið [...] og hevur undirvíst uml. 30.000 lesandi í eini roynd at gera lestrartíðina betri, ið kemur at standa fyri skeiðnum. Anette er ikki ókend í føroyskum høpi, og hevur hon m. a. verið í Føroyum og havt nøkur