Gerið lestrartíðina til bestu tíðina í lívinum!

Leygardagin 24. september frá kl. 10.00 til 17.00 skipar MFS fyri lestrarskeiði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Skeiðið fevnir um trý høvuðsumráði, ið MFS metir hava týdning fyri tann lesandi undir lestrartíðini, og umráðini eru.
1)Trupuleikin við at vera lesandi.
2)Stilla teg fram og halt upplegg.
3)Gerið lestrartíðina til bestu tíðina í lívinum.
Skeiðið er ætlað øllum, ið eru undir lesnaði og er viðkomandi fyri lesandi á øllum stigum.
Tað verður Anette Sundby, ið hevur arbeitt við lesitaktikki og lesiteknikki í nógv ár og hevur undirvíst uml. 30.000 lesandi í eini roynd at gera lestrartíðina betri, ið kemur at standa fyri skeiðnum. Anette er ikki ókend í føroyskum høpi, og hevur hon m. a. verið í Føroyum og havt nøkur »Dronningetaleskeið«, har endamálið var at fáa føroyskar kvinnur at tora at stilla seg fram og halda eina røðu.
Tíverri er eitt slíkt skeið ikki heilt bíligt og tískil hevur MFS avgjørt, at limir felagsins skulu gjalda 50 kr. og onnur 175 kr. Tú kanst eisini fáa tvær flugur við eitt smekk við at melda teg sum lim, so tú fært limaskap og skeið fyri 200 kr.
Tilmelding fer fram á skrivstovuni í Keypmannahavn 33250210 ella á mfs@mfs.fo í seinasta lagi 14. sept. klokkan 18.00 Goldið verður við tilmelding á kontonummar 9570 000 215 4560. Minst til at viðmerkja fult navn.