Rættleiðing til Kim Simonsen

Ólavur Rasmussen
í Leirum, 21. 02. 2006


Í sendingi Kultura mánakvøldið 20. januar hevði Kim Simonsen eitt ummæli av míni bók um Søren Kierkegaard. Ummælið var so grunt, at eg kenni meg noyddan at koma við eini rættleiðing.
Kim Simonsen segði, orðarætt citat: Projektið hjá Ólavi er at tulka og seta fram hvat Kierkegaard sigur í einum av høvuðsverkunum, nevniliga Enten Eller.
Hetta er púra burturvið. Mín bók er ein ferð gjøgnum høvuðsverkini hjá Kierkegaard, júst tí at teir ymisku høvuðspersónarnir ganga aftur í hesum verkum. Hetta geri eg greitt longu í innganginum í bókini.
Kim Simonsen segði, orðarætt citat: Ólavur vísir ikki hvussu Victor Danielsen brúkti Kierkegaard. Søgan um Victor Danielsen er fyri tað mesta ein pástandur.
Tað er ein sannroynd, at Victor Danielsen er fyrsti føroyingur, sum ikki bara gjørdi vart við Kierkegaard, men enntá brúkti hann í eini beinleiðis uppgerð her á landi. Í míni bók vísi eg á, samstundis sum eg vísi til keldurnar, at Victor Danielsen sum ungur skrivaði ein hóp av lesarabrøvum, har hann ferð eftir ferð citerar úr Øjeblikket hjá Søren Kierkegaard. Kim Simonsen kann fara út á Landsbókasavnið og lesa Tingakross, árgangirnar 1914  16, har Victor Danielsen citerar brot fyri brot úr Eygnabragdinum hjá Kierkegaard.
Kim Simonsen kann venda aftur til málið, tá ið hann hevur lisið hasar árgangirnar, ti at eg vil helst kjakast við ein mann, sum hevur innlit í tí, sum hann umrøður.
PS. Eg kann eisini upplýsa, at M. S. Viðstein í dagblaðnum 7. februar 1961 og Petur Háberg í grein í 14. sept, 22. febr. 1961 báðir nevna sambandið millum Victor Danielsen og Kierkegaard. Kim Simonsen kann lesa meira um hetta í bókini hjá Zachariasi Zachariassen, Bíblian á føroyskum í hálva øld.