Ein nýggjur facebook bólkur undir heitinum ?Tímaløn til tingfólk? hevur eftir bert fáar dagar fingið stuðul frá yvir 700 føroyingum
Facebook bólkar í hópa tali stinga seg upp í tíð og ótíð, og føroyingar hava eisini verið raskir at nýtt sosialu heimasíðuna til ávís endamál.
Undir heitinum ?Tímaløn til tingfólk? vísa yvir 700 føroyingar sína ónøgd við sparingar, ið eru framdar seinastu tíðina. Og víst verður eisini á, hvussu til ber at spara á ein heldur øðrvísi hátt.
Stigtakarar siga soleiðis um bólkin.
?Nú, tá ið sparingar skulu gerast fyri at fáa landið at koyra, eru fleiri týðandi funktiónir í landinum við skerdan lut. Fyri tað mesta er tað vælfungerandi øki, sum ikki fáa neyðuga peningin at halda áfram, og tað er stórt spell.
Men samstundis sum sparingar verða gjørdar har sum tær vóru betri ógjørdar, sita tingfólk heima og drekka kaffi fyri feita løn.
Um eitt uppskot kom ígjøgnum um at tingfólk fingu tímaløn heldur enn mánaðarløn, hevði onkur av teimum keðiligu sparingunum allarhelst kunna verið tiknar aftur, tí uppmøtingin í tinginum er, sum flest øll vita, út av lagi vánalig!
Og hinvegin, um tingfólkið skuldi funnið uppá at møtt betur upp fyri at økja um inntøkuna, so høvdu tey nokk kunna hosta upp við betri loysnum.?
Eitt annað uppskot fyri at spara uppaftur meira, kundi verið at havt avriksløn, tí so hevði lønarlistin í øllum førum verið stuttur!