Toftir
Nú bátafestivalurin á Toftum, sum tann fyrsta summarstevnan verður her 09. mai, helt onkur fyri, at nú fast samband verður millum flestu oyggjar, verður ikki grundarlag fyri at hava bátastevnur og tílíkt.
Viðkomandi helt, at nú kunnu fólk bara seta seg í bilin og koyra til slíkar stevnur.
Og tað er partvíst rætt.
Nýggj samferðsluætlan er gjørd fyri alt landið, har nógvir tunlar skulu gerast, so einaferð í framtíðini kann koyrast - um ikki úr Fugloy – so av Viðareiði til Sumbiar.
Vit øll fegnast um, at samferðslukervið verður útbygt.
Kortini er og verður havið altíð ein stórur partur av okkara samleika, og føroyingar koma altíð at hava alsk til havið og tað at sigla.
Eyðvitað er, at fólk í framtíðini koma at hava minni og minni brúk fyri báti til ferðing, tá koyrast kann í næstan hvønn krók í landinum. Tað er júst her, at bátafestivalar og aðrar tílíkar stevnur kring landið - meira enn nakrantíð - ikki mugu detta niðurfyri.
Hetta er nevniliga eitt gott høvið hjá øllum, sum eiga bát, at leggja árar í sjógv, seta segl ella starta motorar, fáa havnamerkini yvir eitt, og seta hvør øðrum stevnu í tí elementi, sum okkara forfedrar - í størri mun enn í dag - livdu av og høvdu so stóra virðing fyri.
Hjartaliga vælkomin til Toftir leygardagin.
Símin Johannesen,
borgarstjóri