Postverk Føroya lagt um til partafelag

Fríggjadagin 16. desember var ein hátíðarløta í matstovuni á Postmiðstøðini á Óðinshædd í Havn í samband við at vinnumálaráðharrin formelt legði virksemið hjá Postverki Føroya yvir í P/f Postverk Føroya

Til staðar á samkomuni fríggjadagin vóru starvsfólk og leiðsla hjá Postverkinum, landsstýrismaðurin í vinnumálum, løgmaður og onnur í fyrisitingini í landsstýrinum.

Fyrst beyð postverkstjórin Bergur í Garði vælkomin, síðan spældu Heiðrun Petersen og Helgi Ziska klassiskan tónleik á violin.

Eftir at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevði handað nevndarformanninum í P/f Postverki Føroya, Jan Danielsen, eitt formligt skriv um umleggingina, helt nevndarformaðurin eina stutta røðu, har hann m.a. segði at hann vónaði at umleggingin til partafelag fór at vera til gagn fyri viðskiftafólkini, føroyska samfelagið og alt Føroya fólk.

Formaðurin í Føroya Postfelag, Sunleiv Højgaard, bar eisini fram eina heilsan.
Til endans hevði fyrrverandi marknaðarleiðarin hjá Postverkinum, Mortan Rasmussen, nakrar áhugaverdar hugleiðingar, har hann tosaði um stóru broytingarnar, sum eru farnar fram, frá tí at hann byrjaði hjá danska postverkinum í 1957, til hann legði frá sær fyri nøkrum árum síðan. Hann nevndi t.d. at í 1968 vóru 90 posthús í Føroyum, nú eru tey undir 40.

Í nýggju nevndini fyri P/F Postverk Føroya sita umframt formannin Jan Danielsen, eisini Ben Arabo og Brynhild Setberg. Sambært partafelagslógini skulu eisini umboð fyri starvsfólkini veljast í nevndina. Hetta verður gjørt eftir nýggjár.

P/f Postverk Føroya var stovnað fyri einum árið síðan, og í vár samtykti løgtingið at leggja virksemið hjá Postverkinum í partafelagið. Hetta var so gjørt fríggjadagin við afturvirkandi kraft.