kunngjørdi Hægstirættur fyri løtu síðani. Samstundis staðfesti rætturin, at somaliumaðurin skal sita 10 ár í fongsli. Tað er sama revsing, sum hann fekk í býarrættinum og landsrættinum. Í rættinum helt [...] Muhudiin Muhammed Geele leyp á Kurt Westergaard, og ríkisadvokaturin kravdi harðari revsing enn tey 10 árini. Verjin helt hinvegin, at tað er ikki prógvað, at maðurin ætlaði at drepa blaðteknaran, sum slapp
Jóan Símun Edmundsson sat á bonkinum allan dystin, tá besta liðið hjá Viking tapti 1-0 fyri Vålerenga fyrradagin. Tí var hann at síggja á eykaliðnum í gjár, har hann skoraði. Føroyski landsliðsleikarin [...] fótbólti, men tað tykist at nærkast. Mánakvøldið sat hann á bonkinum allan dystin tá Viking tapti 1-0 í einum tøttum dysti móti Vålerenga. Í gjár spældi eykaliðið hjá Viking móti Vidar og vann 3-1. Jóan
Uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag góð 43 tons fyri knappar 820.000 krónur. Knappliga 10 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 17,78 krónur, toskur III fyri 16,73 krónur, og meðalprísurin á [...] á toski IV var 14,54 krónur fyri kilo. Góð fimm tons vóru av longu. Meginparturin fór fyri 10,78 krónur í meðal, og tvey tons av blálongu fingu meðalprísin 8,78 krónur. Eisini seldi marknaðurin fýra tons
Í morgin klokkan 10.24 skal Ragnvaldur Jensen av Sandi vísa sínar dygdir, tá hann umboðar Føroyar í 100m bringusvimjing. Hann hevur áður fingið góð úrslit til stórar kappingar, og vónirnar eru eisini stórar [...] stórar hesaferð. Kappingin er hørð, og við einari tilmeldingartíð á 1:13.89 liggur Ragnvaldur á einum 10. plássi. Til Føroyameistaraskapið í svimjing fyrr í ár gjørdi Ragnvaldur tó eitt ordans bragd og vann
síðani, lyftir seg heili 28 pláss og er nú nummar 43. Danmark er nú aftur at finna í topp 10, nevniliga júst á einum 10. plássi. Svøríki er á einum 18. plássi, meðan Noreg er á 24. plássi.
sigldi regluliga teir fyrstu túrarnar á degi. Sagt varð, at túrarnir av Skopun klokkan 08.10 og aftur klokkan 10.30 ikki vórðu sigldir orsakað av ringum líkindum. Teistin var fyrr um morgunin farin sín
Klokkan 16.10 í dag lendi seinasta flogfarið úr Danmark í Vágum, og soleiðis eru nú eisini teir seinastu jólagestirnir komnir heim til Føroya. Jákup Sverri Kass, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi [...] úr Føroyum fóru til tíðina í morgun. Hinvegin hava seinkingar verið úr Danmark. Men í dag klokkan 16.10 lendi so seinasta flogfarið úr Danmark í Vágum við seinastu jólagestunum í ár. Jákup Sverri Kass sigur
sigurin til góðar, meðan ÍF hevur fimm stig ? tað sama sum FC Suðuroy og EB/Streymur. ÍF ? B71 1-1 (1-0) 1-0: Rógvi Jacobsen, 44. 1-1: Símin Hansen, 47. Dómari: Páll Augustinussen
Inter Milan vann fyrra dystin 1-0 á heimavølli. Tí var tað ósannlíkt, at CSKA Moskova fór at megna at svara aftur, um Inter kom á odda í seinnu fjórðingsfinaluni í Moskova. Men longu eftir seks minuttir [...] minuttir hevði fyrrverandi Real Madrid miðvallarin, Wesley Sneijder, sent eitt fríspark í mál til 1-0 til gestirnar úr Milano. CSKA Moskova megnaði ikki at svara aftur og sostatt er Inter Milan í hálvfinaluni
Íalt vóru 88 nýggir persónbilar skrásettir á Akstovuni í farna mánaði. Hetta eru 10 fleiri enn í september mánaði í 2010. Í farna mánaði varð eingin bussur skrásettur. Men um hugt verður eftir 2011, so [...] prosent. Nevnast kann, at tølini fyri skráseting av nýggjum akførum eru vaksandi: Í september mánaði vóru 10 fleiri akfør skrásett. Men um hugt verður eftir gongdini higartil í ár eru 77 fleiri akfør skrásett