Jóan Símun Edmundsson sat á bonkinum allan dystin, tá besta liðið hjá Viking tapti 1-0 fyri Vålerenga fyrradagin. Tí var hann at síggja á eykaliðnum í gjár, har hann skoraði.
Føroyski landsliðsleikarin hevur enn sínar fystu minuttir til góðar bestu deildini í norskum fótbólti, men tað tykist at nærkast. Mánakvøldið sat hann á bonkinum allan dystin tá Viking tapti 1-0 í einum tøttum dysti móti Vålerenga.
Í gjár spældi eykaliðið hjá Viking móti Vidar og vann 3-1. Jóan Símun legði Viking á odda 2-1. Jóan Símun sigur við heimasíðuna at hann er við at finna seg til rættist í felagnum nú.
Ein stutt samrøða og eitt sjónbandabrot av málinum hjá honum kann síggjast HER
Mynd: www.viking-fk.no