43 tons á uppboðssøluni

Uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag góð 43 tons fyri knappar 820.000 krónur.

Knappliga 10 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 17,78 krónur, toskur III fyri 16,73 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 14,54 krónur fyri kilo.

Góð fimm tons vóru av longu. Meginparturin fór fyri 10,78 krónur í meðal, og tvey tons av blálongu fingu meðalprísin 8,78 krónur. Eisini seldi marknaðurin fýra tons av svartkalva, sum fór fyri 21,15 krónur fyri kilo.

Nakað var av flatfiski frá trolbátum. Eitt nú vóru góð seks tons av tungu, og tunga II fór fyri 28,71 krónur fyri kilo. Rættiliga fitt var av skøtu, hálvttriðja tons, og hon fór fyri 8,49 krónur fyri kilo.