Álop við øks var yvirgangur

Talan var um yvirgang, tá ein 30 ára gamal maður úr Somalia leyp á danska blaðteknaran Kurt Westergaard í januar í 2010. Tað kunngjørdi Hægstirættur fyri løtu síðani. Samstundis staðfesti rætturin, at somaliumaðurin skal sita 10 ár í fongsli. Tað er sama revsing, sum hann fekk í býarrættinum og landsrættinum.

Í rættinum helt ákæruvaldið uppá, at tað var eitt álop á trlifrælsið, tá Muhudiin Muhammed Geele leyp á Kurt Westergaard, og ríkisadvokaturin kravdi harðari revsing enn tey 10 árini. Verjin helt hinvegin, at tað er ikki prógvað, at maðurin ætlaði at drepa blaðteknaran, sum slapp undan manninum við at læsa seg inni í einum rúmi.

Mulhudin Muhammed Geele hevur búð í Danmark í 12 ár og hevur konu og fýra børn.