Í morgin klokkan 10.24 skal Ragnvaldur Jensen av Sandi vísa sínar dygdir, tá hann umboðar Føroyar í 100m bringusvimjing. Hann hevur áður fingið góð úrslit til stórar kappingar, og vónirnar eru eisini stórar hesaferð.
Kappingin er hørð, og við einari tilmeldingartíð á 1:13.89 liggur Ragnvaldur á einum 10. plássi.
Til Føroyameistaraskapið í svimjing fyrr í ár gjørdi Ragnvaldur tó eitt ordans bragd og vann bronsu við tíðini 1:11.83. Vónirnar eru at røkka einum finaluplássi.
Paralympisku leikirnar hava nú hildið á í eina góða viku og hevur tað verið møguligt at síggja framúr ítróttabrøgd framd av teimum mongu íðkarunum, sum hava sett stevnu á leikunum í London 2012.
Tað ber til at fylgja við Ragnvaldi á heimasíðuni paralympic.org