bara stjørnan er nær, og nú komin er stjørna, sum er stjørnan hjá mær. Tað er kreppa í landi, tað er stríð, ikki sátt, hvør er turvtari nú? Hvør er veitari brátt? Tað sum eg fái skamtað er fátækt og smátt [...] vit mikilleika? Tá ið eg fekk tíðindini um, at Halldór Laxness er deyður, komu tey fram fyri meg sum í dreymi, men so livandi, at tað er, sum eg kundi tikið í hondina á teimum: Salka Valka, Bjartur í [...] av fólkunum í søgum hansara, frá Garpasøguni sum er umskriving hansara av fornsøguni um Tormóð Kolbrúnarskald og Torgeir Hávarsson til Atomstøðina, sum er hansara kritiska lýsing av teimum vandum, sum í
loysast, men tað er heldur ikki ógjørligt. Hetta er eitt lítið spæl, kanska í so lítið. Tað kundi verið fleiri uppgávur, men spælið er heilt givið gott til tann aldursbólk, ið tað er ætlað, nevniliga gentum [...] uttan mun til, hvat ein annars heldur um hesar vælsignaðu barbiedukkurnar, so er her talan um spøl av høgari góðsku. Hetta er serliga galdandi fyri tey bæði nýggjastu í røíni, Barbie Skattajagstran í sjónum [...] gentum millum 5 og 9 ár. Hvør er vakrast... Somuleiðis er við Barbie Vakurleikastova. Spælið fer fram frammanfyri einum spegili. Her kunnu genturnar gera Barbie ella tríggjar av vinkonum hennara til reiðar
reglu vísir til orðið stjørnuherar, og er her ikki grammatiskt samljóð, tí orðið stjørnuherar er kallkyn í fleirtali, men orðið allar er kvennkyn í fleirtali. Her nýtir tí skaldið og professarin constructio [...] beinariýggju føroysku sálmabókini (har er tað vers 7) síggi eg, at orðið allar er broy+til allir. Eg rokni tó við, at skaldið hevur givið loyvi til hesa broyting, sum annars er í stríð við tað, hann sigur í nevnda [...] nevnda formála - hann í hesum síðsta setninginum er eisini constructio ad sensum. Orðið skald er hvørkikyn, men skaldið er maðurin Christian Matras, og tí nýti eg orðið hann og ikki tað. Victor Danielsen
Sarasate. Í Føroyum er kanska óneyðugt at kunna um Johannes Andreasen, sum er ein av okkara kendastu peanistum og sum tíðum heldur konsertir bæði einsamallur og saman við øðrum her heima og uttanlanda [...] hevur spælt inn tónleik sum er útgivin bæði á plátu og fløgu, har tann seinasta innspælingin er gjørd í Wien. Uppgávurnar fyri 1998 eru eisini nógvar, har kanska tann størsta er framførslan av Keisarkonsertini [...] og hjá Bela Detrekoy í Odense. Solist diplom í Utrecht hjá Liberman í 1990. Er stovnari av »Kgl. Kapels kammerorkester«. Tað er konsertfelagið, sum saman við tónleikarum, Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni
at tað er so eftirfarandi,tá flokkar í veljarakanningum renna upp í slokk, fyri síðani at bresta tá val er. - Tað, sum kemur til sjóndar nú, er meira stemningar og kenslur í samfelagnum. Tað er kanska [...] markantar formenn - Tað er væl at formaður í politiskum flokki fær góða undirtøku, men er tað nóg mikið til at fáa størri undirtøku? - Tað er avgjørt ikki nóg mikið. Umráðandi er, at vit fáa eina góða og [...] at tað er ein góður spurningur. Vandi er í einhvørjari vælferð, men at hetta, ið hvussu so er, gevur flokkinum møguleika at hava allar dyr opnar. -Tað, at allir flokkar vilja samstarva við okkum er væl,
orsøkum til hesa skeivu gongd er, at burðaravlopið í báðum økjunum er negativt. Burðaravlopið er munurin millum talið av føddum og talið av deyðum í einum árið. Og tað er ikki eitt gott tekin. Hyggja vit [...] arbeiðsloysið fyri alt landið er fallið úr 10% í november 1995 til 5% í november 1997, so er tað í Suðuroyar sunnaru helvt ikki fallið eins skjótt. Har hava tey eitt arbeiðsloysi, sum er tvífalt av miðaltalinum [...] Orsøkin til at burðaravlopið fellur er m. a., at tað unga fólkið flytir av smáplássunum, tí at arbeiðsloysi er ov stórt. Og ein av orsøkunum til at arbeiðsloysið fellur, er eisini at fólk flyta úr økinum.
mentanarligt yvirbrá. Kappróður er aðalítrótt okkara føroyinga. Her er talan um meira enn bert ráar kreftir, sum hava tað eina endamálið at koma fyrstur á mál. Nei, her er talan um fródligan felagsskap, [...] góðum fólki her í landinum eisini sýnir slíkum fyritaksemi áhuga og m.a., sum skilst, hevur gjørt hetta tiltak í okkara mentanarháborg Norðurlandahúsinum møguligt, er at gleðast um. Ofta er spurningurin [...] tað man hugtaka flestøll dreingjabørn her í landinum. Men aftan fyri hesar ferðir hjá hesum nútíðar víkingum býr meira enn bert trongdin til spennandi upplivingar. Her býr ikki minst eisini granskingarhugur
eggini í eina kurv og binda seg til at samstarva við Saga Petroleum! -Tað er ringt hjá mær at gera viðmerkingar til tað. Tí hetta er upp til Saga, til myndugleikarnar og til vinnulívið í Føroyum. Tað kann [...] snin, har tað er eitt alment felag, sum ger avtalur við øll feløg og samtøk! -Eg havi verið við til at byggja Saga upp, og maðurin, sum í dag stendur á odda fyri kanningunum hjá Saga her um leiðir, arbeiddi [...] hvussu Sagamodellin er vorðin bygdur upp. Men hann ynskir ikki at gera nærri viðmerkingar. Hann vísir á, at so leingi stjórnin ikki hevur sagt frá, hvønn politikk hon fer at reka á økinum, er tað skeivt av
Ísleifur. Hetta er fyrrverandi Durid úr Klaksvík, sum júst var bygd á skipasmiðjuni á Skála í 1976. Alt afturskipið er gjørt av nýggjum niður í kjøl, umframt at høvuðsmaskinan er skift. Somuleiðis er við báðum [...] báðum ljósmotorunum. Hartil er nógv onnur smáarbeiðir gjørd soleiðis, at skipið mest sum er nýtt, nú tað fór avstað til Íslands aftur. Hetta er størsta arbeiðið, ið skipasmiðjan hevur havt, síðani hon fór [...] ein nýggjan 55-tons krana og tvær málingalyftir, men tað er so at siga einastu íløgurnar, vit hava gjørt her inni, sigur Gunnar Mohr. Men tá er sjálvandi bert talan um at leggja vanliga umvælingararbeiðið
Ísleifur er gamla Durid úr Klaksvík. Hann er nú heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og tó at skipið upprunaliga var bygt á Skála Skipasmiðju í 1976, os var tað kortini meiri av tilvild, at teir [...] ikki frá góðum, sigur Gunnar Jónsson. Sum kunnugt er eisini verkfall í íslendsku fiskivinnuni, og tí høvdu teir ikki sloppi út kortini. Av tí sama er vandin heldur ikki so stórur, um enn arbeiðið hevur [...] umframt hava teir skiftst at verið her soleiðis, at altíð tveir ella tríggir mans hava verið á skipasmiðjuni. Seinastu tríggjar vikurnar hava so fleiri mans verið her, nú báturin var um at vera liðugur