Sandoyingar gerast færri

Hagtíðindi er útkomið. Har kunnu vit millum annað lesa, at sandoyingar og suðuroyingar gerast alsamt færri. Meðan tey stóru økini í landinum hava vent fráflytingini hava hesi bæði ikki megnað tað enn

Tað vóru nøkur hørð ár í byrjanini av 90-árunum.

Búskapurin fekk eitt skot fyri bógvin, og tann stóra fráflytingin byrjaði.

Tá ið vit vóru flest búðu 47.838 fólk í Føroyum. Tað var í 1989.

So kom fráflytingin, og hon var ógvuslig.

Í tí tíðarskeiðinum lækkaði fólkatalið í øllum økjum, uttan í teimum smærru økjunum í Norðoyggjum, tað sum í hagtølunum verður kallað »Norðoyggjar annars«. Har vaks tað.

Og tað vóru ikki smávegis broytingar sum vístu seg.

Frá 1989 til 1995 lækkaði fólkatalið í Føroyum við 4.535 fólkum úr 47.838 niður í 43.393.

Hetta svarar til eina lækking uppá 9,3 % fyri alt landið.

Tí har fólkatalið minkaði mest var í Sandoynni, har tað fall við heili 14 %. Tað svarar til 247 fólk.

Í Suðuroynni var gongdin ógvuliga lík, tí har minkaði fólkatalið við 762 fólkum ella 13%.

Til samanlíkningar fluttu 956 fólk úr Tórshavnarøkinum, men tað svarar bert til 5,9%, tí fólkatalið var so stórt frammanundan.


Flytingin vendur

Í 1996 byrjaði so at ganga hinvegin.

Í teimum stóru økjunum er fólkatalið vaksið nokkso fitt síðani tá.

Í Tórshavnarøkinum eru 557 íbúgvar fleiri, enn tað vóru í 1995. Tað vil í stuttum siga, at Tórshavnarøkið hevur vunnið helvtina av fráflytingini aftur, eftir bert tveimum árum.

Eysturoyggin kemur beint í hølinum á Havnini. Har er umleið triðingurin av fráflytingini vunnin innaftur.

Men í tveimum økjum av landinum hevur tann skeiva hildið áfram.

Tað er í Sandoyarøkinum og í Suðuroyarøkinum.

Í Sandoynni minkaði fólkatalið við 74 íbúgvum í 96 og 97, meðan tað í Suðuroynni minkaði við 50 fólkum.

Í prosentum svarar tað til eina minking uppá 4,9 % fyri Sandoyarøkið og 1,0 % fyri Suðuroyarøkið.

So har gongur enn tann skeiva vegin.


Negativt burðaravlop

Verður hugt at tølunum fyri 1997 so síggja vit, at ein av orsøkum til hesa skeivu gongd er, at burðaravlopið í báðum økjunum er negativt.

Burðaravlopið er munurin millum talið av føddum og talið av deyðum í einum árið.

Og tað er ikki eitt gott tekin.

Hyggja vit síðani eftir nettoflytingini so síggja vit, at hon í hesum báðum økjum eisini er negativ.

Tað vil siga, at tað flyta fleiri fólk úr økjunum enn til økið.

Og tað, at fleiri fólk flyta úr einum økið, kann verða ein av orsøkunum til, at burðaravlopið fellur, ella í ringasta føri verður negativt.

Orsøkin til tað er einføld.

Tað er serliga tað yngra ættarliðið, m. a. kvinnur í burðardyggum aldri sum flyta, meðan tær eldru, sum hava gjørt sína burðarskyldu, sum verða verandi.


Arbeiðsloysi orsøkin

Fara vit at leita eftir orsøkini til at tey ungu flyta úr økjum, sum Sandoynni og Suðuroynni, so mugu vit hyggja eftir hvussu arbeiðsmøguleikarnir eru í økjunum.

Og her kemst ikki uttan um, at arbeiðsloysi í Sandoynni og í Suðuroynni, hevur verið ógvuliga høgt seinastu árini.

Í november 1995 var arbeiðsloysi í Sandoynni 16%. Hetta svarar til, at 146 sandoyingar onki lønandi arbeiði høvdu at takast við.

Fyri Suðuroynna er hetta tal eitt sindur ørvísi, tí Suðuroyggin í arbeiðshagtølunum verður uppgjørd í tveimum. Arbeiðsloysistølini eru høg, men vísa ein týðiligan mun á sunnaru og norðaru helvt

Í sunnaru helvt av Suðuroy gingu 18% uttan arbeiðið, meðan 9% onki arbeiðið høvdu í Suðuroyar norðaru helvt.

Og hetta er áhugavert, tí miðaltalið fyri alt landið var 10 % í november 95.

Arbeiðsloysið er fallandi og tølini síggja munandi betri út í dag, enn tey gjørdu fyri tveimum árum síðani, serliga fyri sandoyingar.

Fyri Suðuroyar sunnaru helvt, sær tað enn rættuliga svart út. Tí meðan arbeiðsloysið fyri alt landið er fallið úr 10% í november 1995 til 5% í november 1997, so er tað í Suðuroyar sunnaru helvt ikki fallið eins skjótt.

Har hava tey eitt arbeiðsloysi, sum er tvífalt av miðaltalinum fyri alt landið, nevniliga 10%.

Hinvegin er arbeiðsloysið í Sandoynni fallið ógvuliga skjótt síðani 1995. Í november 1997 høvdu 20 sandoyningar onki arbeiðið, og tað svarar til eitt arbeiðsloysið uppá 2%.

Tá vit hugsað um, at talið í 1995 var 16%, so er hetta eitt ógvusligt fall, men tað eru sandoyingar óiva glaðir fyri.

Tí, eitt øki uttan arbeiðsmøguleikar hevur ilt við at halda fast við tað unga ættarliðið. Og tað er ein ónd ringrás at koma inn í.

Orsøkin til at burðaravlopið fellur er m. a., at tað unga fólkið flytir av smáplássunum, tí at arbeiðsloysi er ov stórt. Og ein av orsøkunum til at arbeiðsloysið fellur, er eisini at fólk flyta úr økinum.


Aktiviteturin hjá Fiskavirking

Hvør er so orsøkin til tað stóra arbeiðsloysið í hesum báðum økjunum?

Í Sandoynni vóru tvey flakavirkir, sum bæði vórðu løgd lamin í sambandi við, at Fiskavirking varð sett á stovn.

Hetta var størsta orsøkin til at arbeiðsloysi í Sandoynni fór heilt uppá 16%.

Í september mánað í fjør fór Sandoy Seafood undir virksemi sítt, bæði í Skopun og á Sandi, og tað sæst týðiliga í arbeiðshagtølunum. Arbeiðsloysið fall við 3% í oktober og november mánað í 1997, úr 5% niður í 2%.

So nú kann kanska hugsast, at fólkatalið í Sandoynni aftur fer at økjast spakuliga.

Útlitini fyri tí eru í øllum førum vorðin frægari, um enn tey ikki eru vorðin heilt góð enn.

Í Suðuroyar sunnaru helvt hevur gongdin harafturímóti ikki verði tann sama.

Flakavirkið, sum átti lívið í mongum í mongum vágbingi áðrenn tað mátti lata aftur, er ikki latið uppaftur, og enn røkist onki fyri at tað letur upp aftur í bræði.

Í norðaru helvt av Suðuroy er eisini arbeiðsloysi. Har ganga 5% av fólkinum uttan arbeiðið. Men tað samsvarar við miðaltalið fyri alt landið

Niðurstøðan av hagtølunum má verða, at tað enn gongur tann skeiva vegin fyri tey smærru økini.

Haðani flyta fólk, meðan tey savnast í miðstaðarøkinum.

Men samstundis er tað væl skiljandi, um tað er einasti møguleiki fólk hava fyri at útvega sær arbeiði ella útbúgving.