Tað er langt síðani, at støðan hevur verið so ring, sum hon er nú. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag – og tey halda, at politikarar mugu taka støðuna í álvara. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er so [...] støðan er nú, verða fyritøkurnar noyddar at leggja arbeiðið um fyri at veita tær vørur og tænastur, viðskiftafólk vilja hava og á ávísum, almennum økjum, verða tænastur til borgaran skerdar. Hetta er eitt [...] hava tvey uppskot um, hvussu hetta kann gerast. Hetta kann gerast við at avtaka avlagandi skipanir, sum stuðla pørtum av arbeiðsmegini til at starvast í ávísum vinnum. Tað tey hugsa um, er at avtaka teir
eisini sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Korona er aftur farið at ganga í Føroyum og myndugleikarnir hava boðað frá, at sum nú er, hava teir ikki tamarhald á støðuni. Tað merkir, at teir vita [...] smittuna víðari, uttan at teir vita hvar, ella hvør. Tí er tilmælið frá myndugleikunum, at øll tiltøk verða avlýst hesa næstu vikuna, og sostatt er bæði mentanarnáttin í Havn, Norðoyastevnan í Klaksvík, [...] og onnur tiltøk, avlýst. Myndugleikarnir heittu eisini á fólk og felagsskapir um at avlýsa føðingardagar, veitslur, og onnur tiltøk, sum samla nógv fólk og tað hava fólk tikið til eftirtektar. Samstundis
at tú kemur til fuglin og eggini. - Her er Viðoyggin høg og Rivið, vit snakka um, er líka sum niðasta Riv av trimum upp eftir, men hetta er eisini størsta rivið um hesar leiðir. Ungi viðingurin vísir á, [...] nátaegg. Tað er ein góður tími at ganga av Viðareiði. Her plaga vit at hava tvær línu við. Ein maður fer niður, og tveir sita við halin. Her er høgt út av, men her verður vanliga ikki farið so langt niður. Sørin [...] ferðini. Her verður farið við báti, og henda dagin høvdu vit tveir bátar til flutning av fólki og útgerð. Tá dagurin var liðugur, høvdu vit sløk 1400 egg. Hetta ljóðar nógv, men tá tú er komin av helluni
ljóðferðin í sjógvi er ymisk í køldum og heitum sjógvi, ber til at rokna út á hvørjum dýpi eitt møguligt mark millum heitan og kaldan sjógv er. Lagt verður aftrat, at júst hetta er endamálið við hesum [...] verður aftrat, at allir streymmátararnir nú eru á Havstovuni, har dátur verða lisnar, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í komandi viku er so ætlanin at leggja fimm streymmátarar útaftur [...] gjørdar mitt eftir øllum Rygginum og á syðra kanti fyri at kanna tað djúpa kalda rákið, sum fer yvir um Ryggin. Á Havstovuni vita tey at siga, at ein kaldur sjógvur rekurí einari lind niðri við botn sunnan
Nú verður alt fyri eitt farið undir at fyrireika innkomuvegin av Sandvíkarhjalla til Havnar. Talan er um veg frá rundkoyring á Sandvíkarhjalla, veg yvir til Villingardalsvegin og tunnilin úr Villingar [...] innkomuvegnum og tunlinum saman, so øll verkætlanin verður framd. Tað er tað, sum vit nú fara at gera, sigur Tróndur Sigurðsson. Spurdur um hann er nøgdur við upphæddina frá landinum, sigur hann, at hann sjálvandi [...] sjálvandi fegin vildi, at landið rindaði ein størri part, men at hann tó er nøgdur við avtaluna, um nú er gjørd. Serligan dent hevur hann lagt á, at øll verkætlanin verður framd, so kommunan ikki stendur við
arbeiðsmarknaðinum um at gera virðiligar avtalur, so fólk, ið bera brek, ikki aftur og aftur verða rakt av verkfalli, er einki hent, skrivar hon á Facebook í kvøld. Hetta heldur hon er harmiligt og vísir [...] manglandi vilja. Tað er ongu fleiri vikur síðani, at Megd eisini gjørdu vart við seg og vísti á, at longu tá vóru tey farin at stúra, tí eingin trygd fyri teimum, um verkfall verður. Um ársskiftið 2017og [...] arbeiðsgevararnar um at finna eina loysn á verkfallinum. Síðani tá hevur Megd verið á fundi við Landsstýrið og Pedagogfelagið, men uttan at nøkur trygd er fyri, at viðurskiftini eru broytt – og nú endurtekur
við at reisa okkum, hóast vit akkurát nú eru sera vónbrotnir yvir tapið, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin. -Teir løgdu sera væl fyri, tá ið Uros vísti, at hann er torførur at hava fatur á. Eftir at teir [...] hálvfinalurnar, sum eru settar at vera 18. august og 2. oktober. ÍF minkaði um munin til 3-2, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin. Bogi Reinert royndi úr 11 metrum. Bárður á Reynatrøð í málinum [...] rutineraðir. Teir bundu fyri og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni. Talan var um góða og sera undirhaldandi grannauppgerð, sum bar boð um, at hetta var steypadystur, og at annað liðið fór at vinna seg víðari í
sum komu niðan gjøgnum Brøttubrekku, koyrdu ov langt út á Varðagøtu, og tað førdi mangan til ferðsluóhapp. Tí var hetta broyt fyri nøkrum árum síðani. – Nú hava vit gjørt nakrar broytingar, sum gera, at [...] sleppur niðan gjøgnum Brøttubrekku, so mást tú oman til Sjónleikarhúsið fyri at sleppa yvir í Varðagøtu. R. C. Effersøesgøta er mangan trupul at koma ígjøgnum seinnapartar, tá fólk skulu til hús. Tí verður tað [...] Varðagøtu. Kommunan hevur keypt part av einum grundstykki hinu megin Varðagøtu, so vegurin er breiðkaður. Síðani er ætlanin at broyta sjálvt vegamótið í Brøttubrekku soleiðis, at bilarnir, sum steðga við
sergrein. Tað er ein stórur trupulleiki, at okkara skipan bjóðar stuðulstilboð, sum ikki er grundað á fakligheit, men í nógvum førum bert er uppbevaring. Hetta er eisini ein systemfeilur. Um vit vilja hava [...] at hoyra, hvussu nógv prosent av teimum børnum, har illgruni er um diagnosu, veruliga fáa staðfest eina diagnosu. Tí tað sigur nakað um, um ov nógv børn verða ávíst! Tíbetur hava vit eina sera kompetenta [...] seta spurnaðartekin við, um ov nógv verða send til útgreiningar. Svarið er ikki so einfalt, tí vit mugu fyrihalda okkum til, at sambært WHO hava umleið 5% av børnum ADHD. Í Føroyum er barna og ungdómspsykiatriska
Nú verður farið undir eina umfatandi kanning fyri at vita, hvussu føroyingar hava tað á arbeiðsplássinum. Tað er Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum nú ætlar sær at kanna arbeiðsumhvørvið hjá [...] føroyingum, sum eru yvir 18 ár, og her verður bæði hugsað um tað likamliga og tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Kanningin verður gjørd soleiðis, at ætlanin er at spyrja øll, sum arbeiða um, hvussu tey hava [...] hava tað til arbeiðis og endamálið er at bøta um arbeiðsumhvørvið, tí Uúrslitini verða til taks hjá løntakarum, arbeiðsgevarum og teimum myndugleikum ið hava ábyrgdina av arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum