Fara nú at kanna hvussu føroyingar hava tað til arbeiðis

Tey vilja helst hava at øll, sum hava eitt starv, at svara einum spurnarblaði

Nú verður farið undir eina umfatandi kanning fyri at vita, hvussu føroyingar hava tað á arbeiðsplássinum. Tað er Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum nú ætlar sær at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum, sum eru yvir 18 ár, og her verður bæði hugsað um tað likamliga og tað sálarliga arbeiðsumhvørvið.

 

Kanningin verður gjørd soleiðis, at ætlanin er at spyrja øll, sum arbeiða um, hvussu tey hava tað til arbeiðis og endamálið er at bøta um arbeiðsumhvørvið, tí Uúrslitini verða til taks hjá løntakarum, arbeiðsgevarum og teimum myndugleikum ið hava ábyrgdina av arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum.

 

Kanningin verður gjørd soleiðis at heitt verður á allar løntakarar yvir 18 ár um at svara einum spurnarblaði, sum tað tekur ein hálvan tíma at svara.

 

Spurnarblaðið kann svarast við at trýsta HER

 

Granskararnir siga, at svarini verða dulnevnd og tey verða goymd trygt í Føroyum. Sostatt verður tað ógjørligt at síggja, hvat hvør einstakur hevur svarað.