Ein av orsøkunum til, at hetta varð broytt, vóru atlit fyri ferðslutrygdini. Her hendu nógv ferðsluóhapp, tí bilar, sum komu niðan gjøgnum Brøttubrekku, koyrdu ov langt út á Varðagøtu, og tað førdi mangan til ferðsluóhapp. Tí var hetta broyt fyri nøkrum árum síðani.
– Nú hava vit gjørt nakrar broytingar, sum gera, at vit aftur kunnu lata ferðsluna koyra niðan gjøgnum Brøttubrekku, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu.
Tað er ein trupulleiki hjá fólki í Havn, at tað ikki ber til at koyra niðan gjøgnum Brøttubrekku. Tí fert tú niðan eftir Gundadalsvegnum og niðan á Ringvegin, so ber ikki til at snara til vinstru. Og tá tú heldur ikki sleppur niðan gjøgnum Brøttubrekku, so mást tú oman til Sjónleikarhúsið fyri at sleppa yvir í Varðagøtu. R. C. Effersøesgøta er mangan trupul at koma ígjøgnum seinnapartar, tá fólk skulu til hús. Tí verður tað ein stórur lætti hjá fólki í norðrara parti av Havnini, at tey aftur kunnu koyra niðan gjøgnum Brøttubrekku.
Bogi Jacobsen sigur, at tað eru gjørdar broytingar í Varðagøtu. Kommunan hevur keypt part av einum grundstykki hinu megin Varðagøtu, so vegurin er breiðkaður.
Síðani er ætlanin at broyta sjálvt vegamótið í Brøttubrekku soleiðis, at bilarnir, sum steðga við hávatenninar í Brøttubrekku koma at standa meira vatnrættir, meðan teir bíða.
Hallið á vegnum hevur gjørt, at bilar, serliga í hálku, hava koyrt ov langt út á Varðagøtu, og tað hevur mangan ført til samanstoyt.
Í næstum verður alt hetta broytt soleiðis, at ferðslan í Brøttubrekku aftur fer at ganga báðar vegir.