Hóast fleiri inniligar áheitanir er einki hent

Støðan er harmilig, sigur forkvinnan í Megd, nú fólk, ið bera brek, enn eina ferð verða rakt av verkfalli

– Setið tykkum aftur við samráðingarborðið sum skjótast. Soleiðis ljóðar áheitanin í kvøld frá Tóru við Keldu, forkvinnu í Megd, á Pedagogfelagið øðrumegin, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Fíggjarmálaráðið, hinumegin.

 

Áheitan kemur í kjalarvørrinum á, at Pedagogfelagið hevur lýst verkfall á stovnum hjá Almannaverkinum í Havnini í Eysturoy, og í Klaksvík í eitt samdøgur frá fríggjamorgunin til leygarmorgunin  Hetta er ikki fyrstu ferð, at stovnar undir Almannaverkinum eru raktir av verkfall og seinast varð eisini ført fram, at lív og heilsa varð sett í vanda – umframt at nøkur av av búfólkunum máttu heimanífrá.

 

Tóra við Keldu sigur, at eftir fleiri enn sjey ár við inniligum áheitanum á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at gera virðiligar avtalur, so fólk, ið bera brek, ikki aftur og aftur verða rakt av verkfalli, er einki hent, skrivar hon á Facebook í kvøld. Hetta heldur hon er harmiligt og vísir ein fullkomiliga manglandi vilja.

 

Tað er ongu fleiri vikur síðani, at Megd eisini gjørdu vart við seg og vísti á, at longu tá vóru tey farin at stúra, tí eingin trygd fyri teimum, um verkfall verður.

 

Um ársskiftið 2017og 2018 var eisini verkfall og tá heitti Megd á Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar um at finna eina loysn á verkfallinum. Síðani tá hevur Megd verið á fundi við Landsstýrið og Pedagogfelagið, men uttan at nøkur trygd er fyri, at viðurskiftini eru broytt – og nú endurtekur søgan seg, nevniliga at fólk, ið bera brek, verða rakt av verkfalli.

 

Megd sigur, at tey virða rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, men tey halda, at tað eigur tað at vera eitt mark fyri, hvussu langt partarnir fara.