Tað er langt síðani, at støðan hevur verið so ring, sum hon er nú. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag – og tey halda, at politikarar mugu taka støðuna í álvara. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er so stórt trot á arbeiðsmegi í Føroyum, at tað er einki at ivast í, at vit missa samfelagsvirði hvønn einasta dag.
– Tørvurin á starvsfólki til vinnuna og almennar stovnar er ovurhonds stórur og tølini á arbeiðsleysum og starvslýsingum tala fyri seg, siga arbeiðsgevararnir. Tey vísa á, at í løtuni hevur Als yvir 180 lýsingar eftir starvsfólki. Í fleiri av hesum lýsingum verður lýst eftir fleiri starvsfólkum, og ikki er tað givið, at øll størv verða lýst á hesum starvsportali.
– Ein leyslig meting er, at tað tilsamans eru eini 300 størv tøk at søkja í løtuni. Verður hugt eftir hvussu nógv fólk eru arbeiðsleys í Als, er talið eisini umleið 300 fólk, siga arbeiðsgevararnir
Tey siga, at sum støðan er nú, verða fyritøkurnar noyddar at leggja arbeiðið um fyri at veita tær vørur og tænastur, viðskiftafólk vilja hava og á ávísum, almennum økjum, verða tænastur til borgaran skerdar. Hetta er eitt álvarsmál og lítið er at ivast í, at orsakað av hesum verða virði mist hvønn einasta dag, siga Arbeiðsgevararnir.
Tey siga, at tað hevur alstóran týdning, at politikarar taka hesa avbjóðing í álvara og syrgir fyri, at tað verður lættari at fáa arbeiðsmegi. Og tey hava tvey uppskot um, hvussu hetta kann gerast.
Hetta kann gerast við at avtaka avlagandi skipanir, sum stuðla pørtum av arbeiðsmegini til at starvast í ávísum vinnum. Tað tey hugsa um, er at avtaka teir skattalættarnir, sum sjómenn, og føroyingar, sum arbeiða uttanlands, fáa. Og so eigur tað eisini at verða lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, halda arbeiðsgevararnir.