Enn eru tað menn - bæði ungir og tilkomnir - sum søkja fuglabjørgini. Hetta er ein heilt onnur verð, enn flestu í dag eru von við. Bæði í Sandoynni, Stóru Dímun og á Viðoynni hava menn verið í bakka og bjørgum eftir nátaeggum, eins og gjørt hevur verið í mong ár.
Leygardagin 22. mai vóru sandoynigar Yviri á Egg og tóku nátaegg. Tað eru nøkur ár síðan, at teir vóru her seinast. Nátaegg vera tikin um 20. mai, tí tá verður roknað við, at fuglurin hevur vorpið.
Menn plaga at siga, at tá tú tekur eggini hjá fuglinum beint eftir, at hann hevur vorpið, verpur hann uppaftur.
Soleiðis verður ikki mett, at hetta gongur út yvir fuglastovnin.
Tekur tú hinvegin ein nátunga á sjónum, verpur hann ikki aftur.
In.fo hevur eisini skift orð við ungan mann á Viðareiði, Sørin Kallsgarð Sørensen, sum saman við øðrum var tveir dagar í bakkanum eftir nátaeggum.
- Hin 19. mai vóru vit tríggir í Ormadali - ella Úti á Dal, vit plaga at siga, og tá fingu vit 110 nátaegg. Tað er ein góður tími at ganga av Viðareiði. Her plaga vit at hava tvær línu við. Ein maður fer niður, og tveir sita við halin. Her er høgt út av, men her verður vanliga ikki farið so langt niður.
Sørin Kallsgarð Sørensen vísir á, at hin stóri dagurin hjá teimum eftir nátaeggum í ár var hin 23. mai.
- Tá vóru vit Uppi í Rivi. 13 mans vóru við á ferðini. Her verður farið við báti, og henda dagin høvdu vit tveir bátar til flutning av fólki og útgerð. Tá dagurin var liðugur, høvdu vit sløk 1400 egg. Hetta ljóðar nógv, men tá tú er komin av helluni og upp í Rivið, er høgligt at fáa fatur í eggunum, sum næstan liggja á sløttum.
Sørin Kallsgarð Sørensen sigur, at upp eftir bergsíðuni eigur næstan ikki fuglur, og tað er ikki fyrr enn tú kemur upp í Rivið, at tú kemur til fuglin og eggini. - Her er Viðoyggin høg og Rivið, vit snakka um, er líka sum niðasta Riv av trimum upp eftir, men hetta er eisini størsta rivið um hesar leiðir.
Ungi viðingurin vísir á, at eisini í teirra fuglabjørgum hava teir seinnu árini lagt til merkis, at fleiri nátareiður eru við tveimum eggum í, eins og menn eisini hava lagt hetta til merkis í Sandoynni.
- Vit hava fest ein blokk nakað innan fyri tromina upp í Rivi, soleiðs at lættari er at koma upp av helluni. Vanligt er, at nakrir mans fara upp, og síðan eru nakrir eftir í bátinum og á helluni. Tað eru einir 80 metrar av helluni og upp í Rivið, sigur Sørin Kallsgarð Sørensen, sum longu, tá hann var stórur smádrongur, plagdi at fara í bakkan saman við pápa sínum.
##med2##