menningina av varandi orkukeldum, er ikki við – hvørki í røðu løgmans ella í tí sonevnda ólavsøkuuppskotinum hjá samgonguni. Dagførdur orkupolitikkur hevur skund Í vár heitti eitt samt Løgting gjøgnum uppskot til [...] bera í vikuni boðskapin, at oljukeldurnar fara at torna munandi skjótari enn væntað. Fremsti búskaparfrøðingurin hjá altjóða orkustovuni IEA - Faith Birol - sigur, at ein oljukreppa kann koma longu í 2010/2011 [...] orkupolitikkur landsins er og hvør vinnupolitikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orkukeldur. - At Føroyar virkið luttaka í teimum samstørvum millum londini, ið fer fram til tess at
Gunnvør Balle ---- Fyrr í vikuni vóru játtanarkarmarnir til 1. viðgerð í Tinginum. Fekk hesa deja vu-kensluna til vikurnar áðrenn jól, har stórmál, sum hava avleiðingar langt fram í tíðina, grundleggjandi [...] og ógvusligar sparingar á týðandi økjum og í eini parentes verður nevnt, at pensjónsaldurin skal hækkast longu frá komandi ári! Kenni tað sum vit eru statistar í einum vánaligum western-filmi, har høvuð [...] hesir cowboyarar rænt og brotið niður tað teir kunnu, og vit standa eftir í toftunum, meðan Dalton-bandin ríður grínandi burtur í sólsetrinum við tjóvagóðsinum. Men her er ongin Lucky Luke at hóma, sum orðnar
onnur veiðirættindi í býtið við fiskidagar. Hetta skal verða ein tíðaravmarkað skipan, í fyrsta lagi í 1 ár. Við at leggja fiskidagar stillar, minkar trýstið á botnfiskin undir Føroyum, samstundis sum vit [...] meining í at stríðast um hvussu nógvir fiskidagar verða komandi ár, tá ið ongin fiskur er ” Hetta eru bæði vís og sonn orð. Tað má kennast meiningsleyst hjá teimum ið eru í fiskivinnuni, serliga í heimaflotanum [...] við tað gamla. Tað undrar, at somu menn róptu um deyðan í durinum, tá ið sama dagatal var ásett í fjør. Meintu teir nakað við dómadagsprædikuna í fjør, so hækkaðu teir dagatali aftur, nú teir hava valdið
hjá »Poesia« at liggja við kai í átta tímar. Skipini, sum koma, hava úr 50 til 2.300 ferðafólk umborð. Tey flestu eru á veg til ella úr Íslandi og steðga ein dag í Føroyum. Grand Mistral Reiðarí: Iberojet [...] síðani var risaskipið »Poesia« á Havnini. Tað hevði við sær 2.200 fólk, og merktist tað sera væl í býarmyndini í Havn. Ferðafólkini vóru busstúrar runt alt landið og løgdu óivað fitt av peningi eftir sær. At [...] Invergordon í Skottlandi. Mein Schiff er nýliga umdoypt, skipið hevur havt nøvnini Galaxy og Celebrity Galaxy frá 1996 til 2009 og siglt fyri reiðaríið Celebrity Cruises. Sjónvarpssendingin »The Cruise« í BBC
áhoyraran, ið við hesum ótrúliga evnaríku kvinnum fær innlit í ein part av tónleikaheiminum, ið ikki er at finna á hvørjum horni. Í Føroyum er og verður Eivør nakað heilt serligt. Hon er okkara egna superstar [...] aftanfyri drottningina av metalli, tá hon fór á pall á spæliplássinum í heimbygdini fríggjanáttina. Hóast Eivør og Angela Gossow í Arch Enemy, milt sagt eru sum nátt og dagur tónleikaliga, eru tær tó ikki [...] stolt av, og hon kann uttan iva sammetast við størstu sangkvinnurnar í heiminum. Hon hevur fingið óteljandi stjørnur og bestu viðmæli úti í heimi, og tað tykist ikki, sum um tað er nakað øki av tónleikinum
møguleikar. Sambandsflokkurin hevur sjálvandi í stóran mun verið samtakið av teimum í Føroyum, sum vildu fáa aðrar at gjalda fyri seg, men tað eru tó aðrir streingir í søgu floksins. Taka vit navnið sjálvt, sum [...] vera? Fyrst í januar tekur Danmark við formanssessinum í ES. Tá hevur stjórnin so nógv um at vera, at hon ikki hevur tíð til samráðingar við okkum. Helst er tí best at nýggja skipanin fæst í lag fyri 1 [...] síðsta kvøldið fyri valið í fjølmiðlunum og førdi fram, at vit kunnu ikki liva yvir evni fyri at senda rokningina til onnur at gjalda. Men tað var júst tað, sum flokkurin førdi fram í hesum valstríði. Hann
um, hvat ósemjurnar í veruleikanum snúgva seg um. Tað tilfarið fara teir nú at kanna nærri fyri at koma til botns í ósemjuni. - Tá ið vit hava gjøgnumgingið alt tilfarið, skulu vit í fyrsta lagi taka støðu [...] sáttmálunum. Í heilt rundum tølum føra hesar broytingarnar við sær, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal styttast fýra tímar, niður í 45 tímar um vikuna. Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjar [...] Tey, sum ætla sær at ferðast ímillum oyggjarnar í Føroyum nú um páskirnar, kunnu ekkaleys seta seg umborð á Strandfaraskipini. Annars hevur Strandferðslan verið hótt av arbeiðssteðgi og so høvdu skipini
seinasti árini. Fólk hava altíð sett okkurt í verk, so hví almennir pengar skulu brúkast til hetta, skilji eg ikki. Hesir góðu íverksetarar, hvat seta teir sjávir í veð í kr.? Tað einasta, sum skal gerast, er [...] á navnið »Faroe Islands«. Sá at maðurin ivaðist í onkrum, fór til hansara og segði: ”Sir, síggi at tygum skymast so, hvørjum ivast tú í? Jú hann ivaðist í Shetland Islands og Faroe Islands, hvat var hvat [...] serligt! Hann meinar, at rættast er, at landið droppar allar landamessur/básar úti í verð til frama fyri íverksetarar í hesum føroyska dunnuhyli. Sjálvandi ein og hvør er sær sjálvum næstur. Hetta nýggja
árini, hava eg og konan búð í Danmark. Fyri einum ári síðani valdu vit so at flyta heim aftur til Føroyar. Vit hildu, at í hesum krígstíðum, var tað nokk tryggari at vera í Føroyum. Her høvdu vit okkara vinir [...] skarðanum, sum í hinari ølduni gekk á odda og skipaði fyri kravgongum, átalaðu og mótmæltu øllum órættvísi og polittiskari forfylging í heiminum. At vit eru ósamd og kunnu skifta orð um viðurskifti í okkara samfelag [...] er í dag. Eg havi tað lívsáskoðan, at óansa trúðarrætning, polittiskan lit, ella hvussu ójøvn vit annars eru, í sinn og skinn, so skulu vit øll vera her. Á Leitinum tann 23. november 2021 Ragnar í Vík
stjóri í Vinnuhúsinum, er ikki í iva um, hvat við tíðini fer at henda, um onki verður gjørt við verandi skattastøðu, har nú 1500 føroyingar, sum arbeiða uttanlands, lítið og onki rinda í skatti í Føroyum [...] haðar, hondverkarar í hópatali leita sær. – Tað er eisini væl skiljandi, tí teir rinda millum fimm og tíggju prosent minni í skatti har. Tað ber helst eisini til at fáa eitt sindur meira í tímaløn har – og [...] arbeiðsplássið gjørd skattafrí við eini broyting í skattalógini í fjør, og skundar hetta sjálvsagt eisini undir útferðarhugin, staðfestir stjórin í Vinnuhúsinum. Bara ein nýskipan kann venda gongdini