Varandi orkukeldur at framtíðartryggja búskapin

At gagnnýta tær orkukeldur, vit eru umgird av, og gera okkum leys av oljuni, er størsta avbjóðingin skulu vit framtíðartryggja okkara búskap. Løgmaður átti tí beinanvegin at umskipa landsstýrið og stovnsett eitt orkumálaráð

Heimsins fjølmiðlar bera í vikuni boðskapin, at oljukeldurnar fara at torna munandi skjótari enn væntað. Fremsti búskaparfrøðingurin hjá altjóða orkustovuni IEA - Faith Birol - sigur, at ein oljukreppa kann koma longu í 2010/2011, og forða fyri, at heimsbúskapurin kemur fyri seg aftur.

 

Skal man so lata seg ræða av slíkum? Dómadagsspádómar kveikja sjáldan áræði og hugflog. Men sjálvandi skulu álvarsamar støður takast í álvara. Og okkara búskapur er sera heftur at oljuni. Tað ger okkum ómetaliga sárbær, og hóast vit – sum vit vónandi einaferð gera – fara at fáa okkara fiskivinnu uppaftur á beinini, so kann ein ov høgur oljuprísur taka grundarlagið fullkomiliga undan okkara búskapi.

 

Løgmaður gloymdi orkuna

Løgtingið hevur júst viðgjørt ólavsøkurøðu løgmans, ið er eitt slag av høvuðskatalogi yvir átøk, hendan stjórnin hevur og ætlar sær at fremja. Løgmaður nevnir, at vit skulu liva upp til okkara altjóða ábyrgd og minka um útlátið av CO2. Men avgerandi spurningurin um ein nýggjan orkupolitikk og menningina av varandi orkukeldum, er ikki við – hvørki í røðu løgmans ella í tí sonevnda ólavsøkuuppskotinum hjá samgonguni.

 

Dagførdur orkupolitikkur hevur skund

Í vár heitti eitt samt Løgting gjøgnum uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi á landsstýrið um millum annað at:

- Gera eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum, og leggja hesa fyri løgtingið til viðgerðar.

- At landsstýrið í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2010 og komandi árini setir munandi upphædd av til menning av varandi orkukeldum.

- At landsstýrið meldar greitt út, hvør orkupolitikkur landsins er og hvør vinnupolitikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orkukeldur.

- At Føroyar virkið luttaka í teimum samstørvum millum londini, ið fer fram til tess at menna varandi orkukeldur.

 

Tað er gott og jaligt at átøk eru gjørd at spara orku og at minka um CO2-útlátið. Men Føroyar hava – og serliga í einum búskapi, sum skal vaksa – tørv á at fáa umlagt alla okkara orkunýtslu til aðrar orkuformar enn oljuna. Hetta er ein av teim mest grundleggjandi avbjóðingunum vit hava.

 

Mong onnur lond hava gjørt menning av varandi orkukeldum til eitt hitt týdningarmesta vinnumenningarátikið. Til dømis hevur amerikanski orkumálaráðharrin Steven Chu sett sær fyri at nýtslan av varandi orkukeldum í USA skal vaksa við 100%, tey komandi trý árini, samstundis sum hetta skal skapa nógv nýggj arbeiðspláss.

 

Stórt tilfeingi

Sum oyggjasamfelag hava vit sjóvarfall, aldu, vind, sól, jarðhita og møguleika at framleiða biobrenni úr eitt nú tara. Megna vit at troyta hetta rimmar tilfeingispotentiali, so kunnu vit røkka:

Nýggjum vinnumøguleikum

Vit vera minni sárbær fyri sveiggi í oljuprísum

Vøkstri í búskapinum

Og, vit hava ein kjans at minka okkara CO2-útlát heilt munandi

 

Stór og miðvís tøk

Tað er ikki einfalt – tað krevur nøkur sera stór og miðvís tøk. Tað krevur at man leggur eina strategi, helst við so breiðari politiskar undirtøku sum gjørligt, og tað krevur at man setir munandi upphæddir av til hetta øki.

 

Higartil hevur fokus verið á at spara olju við at bjálva, og tað er skilagott, tí upphiting av húsum er stórsti oljuslúkurin á landi.

 

Men, hin stóri oljuslúkurin er okkara fiskivinna, sum stendur fyri 1/3 av allari oljunýtsluni í Føroyum. So átøk fyri skipaflotan eru avgjørt eisini neyðug. Eins og tað fer at bera til at læna pengar til orkusparandi ábøtur á sethús, eigur at verða umhugsað møguleikan hjá skipum at fáa lán til umbygging, og til at gera íløgur í orkusparandi útgerð og reiðskap. Vit eiga at minka og effektivisera flotan, sum í sjálvum sær fer at spara nógvar orku. Og so eiga vit at stimbra enn meira undir gransking og menning av reiðskapi og tøkni, og finna útav hvussu eisini flotin einaferð í framtíðini kann rekast við aðrari orku enn olju.

 

Eitt orkumálaráð

Tað er beinleiðis harmiligt, at løgmaður gloymdi orkuna í síni røðu. Ein orsøk kann vera, at orkan er eitt ov spjatt málsøki. Vinnumálaráðharrin eigur orkuveitingartrygdina, ímeðan innlendismálaráðharrin eigur ábyrgdina av at minka um útlátið av CO2. Varandi orka er ógreitt sundurbýtt teirra millum.

 

Stjórnarráðini eiga at avspegla týdningarmestu málini. Fari tí at mæla løgmanni til at leggja nøkur av verandi stjórnarráðum saman, umskipa tey og stovna eitt Orkumálaráð, ið fær sum høvuðsuppgávu at seta ferð á menningina av varandi orkukeldum og soleiðis at framtíðartryggja føroyska búskapin.