Strandferðslan fær frið at sigla á páskum

SÁTTMÁLATRÆTA Tað er nú greitt, at skipini hjá Strandferðsluni verða ikki rakt av arbeiðssteðgi um páskirnar

Tey, sum ætla sær at ferðast ímillum oyggjarnar í Føroyum nú um páskirnar, kunnu ekkaleys seta seg umborð á Strandfaraskipini.
Annars hevur Strandferðslan verið hótt av arbeiðssteðgi og so høvdu skipini hjá Strandferðsluni verðið løgd.
Orsøkin er hóttanina um arbeiðssteðg, er, at ósemja hevur tikið seg upp um viðurskiftini hjá skiparunum og maskinmeistarunum hjá Strandferðsluni.
Men nú er greitt, at ongi stig av nøkrum sum helst slag verða tikin, fyrrenn høgtíðin er farin aftur um.

Útsett
Sáttmálin ímillum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hinumegin, gekk út í oktober, men enn hevur tað ikki eydnast at finna semju um nýggjan sáttmála.
Samráðingarnar slitnaðu fyri nøkrum vikum síðani og tá vórðu Alfreld Petersen og Jógvan Amonsson tilnevndir semingsmenn.
Alfred Petersen, sigur, at síðani teir báðir vórðu bosendir at royna semju ímillum partarnar um fyri nøkrum vikum síðani, hava teir havt so nógv átrokandi arbeiði at gera, at partarnir samdust um at bíða við semingsroyndunum til síðst í mars.
Men hesar síðstu vikurnar hava semingsmenninir brúkt upp á at tosa við partarnar at seta seg inn í viðurskiftini.
Tann síðsti fundurin var við Fíggjarmálaráðið mánadagin.
- Vit fara nú at gjøgnumganga tilfarið, men tað er í øllum førum greitt, at ongin avgerð verður tikin fyrrenn eftir páskir, sigur Alfred Petersen, semingsmaður.

Vilja til botns
Hann vil kortini ikki vera við, at talan er um eitt slag av vápnahvíld um høgtíðina. Hann vil heldur ikki vera við, at teir hava fingið nakra politiska áheitan um at lata málið liggja til eftir páskir fyri ikki at órógva høgtíðina.
- Tað passar seg bara soleiðis, at onki fer at henda fyrrenn eftir páskir, sigur hann.
Hann sigur, at semingsmenninir hava fingið tilfar frá pørtunum og teir hava eisini fingið eina neyva frágreiðing frá teimum um, hvat ósemjurnar í veruleikanum snúgva seg um.
Tað tilfarið fara teir nú at kanna nærri fyri at koma til botns í ósemjuni.
- Tá ið vit hava gjøgnumgingið alt tilfarið, skulu vit í fyrsta lagi taka støðu til, um nakað er at byggja á yvirhøvur og um vit tískil fara undir eina semingsroynd ella ikki.
Tað fara semingsmenninir nú at brúka tíðina til eftir páskir at gera upp við seg sjálvar.

Hvøri størri ella minni
Hetta er serstakliga long umhugsunartíð. Er ósemjan í hesum samráðingunum tvørligari at loysa enn aðrar ósemjur á arbeiðsmarknaðinum hava verið?
- Hendan ósemjan er hvørki størri ella minni enn aðrar ósemjur. Vit vilja bara skilja málið til botns, áðrenn vit taka eina støðu, samstundis sum vit skulu fáa tað at sampakka við aðrar arbeiðsuppgávur hjá okkum.
- Tað einasta, sum kann henda fyri páskir, er at vit hava onkrar fleiri fyrireikandi samrøður við partarnar.
- Men vit taka í øllum førum onga avgerð um seming fyrrenn eftir páskir og partarnir verða í øllum førum heldur ikki innkallaðir til samráðingar fyrrenn eftir páskir, sigur Alfred Petersen.


Útlitini vánalig
Bæði Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hava áður boðað frá, at útlitini fyri semju eru vánlig.
Hinvegin er tíð stórur vandi fyri, at tað endar við, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, tá ið tað ber ella brestir eftir páskir.
Tað er ikki so nógv sjálvur lønarkarmurin, sum forðar fyri eini semju ímillum partarnar.
Báðir fakfelagsformenninir siga, at lønardeildin hevur bjóðað teimum somu lønarhækkingar, sum øll hini hava fingið.
Men fakfeløgini vilja eisini tosa um arbeiðstíðina hjá yvirmonnunum.
Tveir altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru við í, eru broyttir í seinastuni.
Fyri at siga tað einfalt, hava yvirmenninir hjá Strandferðsluni eina arbeiðstíð upp á 49 tímar um vikuna.
Og Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið vilja ikki hoyra talan um at gera nýggjan sáttmála uttan at taka fyrilit fyri nýggju sáttmálunum.
Í heilt rundum tølum føra hesar broytingarnar við sær, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal styttast fýra tímar, niður í 45 tímar um vikuna.
Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, staðfestir, tað, sum Skipara og Navigatørferlagið og Maskinleistarafelagið, vilja, er, at arbeiðstíðin skal styttast, men at lønin skal ikki fylgja við niðureftir.
- Men tað gongur aldrin, tí lønin skal fylgja arbeiðstíðini, sigur Snorri Fjallsbak.