Nú eru fiskidagarnir fyri komandi ár samtyktir.Spurningurin er, hvat skal so henda, skulu vit bara yppa øksl og vóna at nú er friður til fiskidagar aftur verða á skrá komandi ár, ella ber til at gera nakað meira so støðan hjá stovninum og flotanum verður frægari komandi ár.
Fiskidagar geva lítla meining fyri heimaflotan
Tosaði við ein, ið roynir at liva av fiskivinnuni, viðkomandi tók til :” er nøkur meining í at stríðast um hvussu nógvir fiskidagar verða komandi ár, tá ið ongin fiskur er ” Hetta eru bæði vís og sonn orð.
Tað má kennast meiningsleyst hjá teimum ið eru í fiskivinnuni, serliga í heimaflotanum, at stríð stendur um hvussu nógvir dagar skulu lutast út komandi ár, tá ið tað ikki loysir seg at loysa frá landið, tí úrtøkan er so lítil.
Tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum vísa hesa støðu avbera væl, tá ið 3 vikur vóru eftir av fiskiárinum 2011/2012 var 4 hvør dagur ikki brúktur, serliga hjá útróðarbátunum eru nógvir dagar eftir.
Hetta er ikki fyrsta árið at tað er so, støðan hevur verið tann sama nú í fleiri ár. Tonsatalið av toski og hýsu, ið kemur uppá land siga tað sama, hýsuveiðan er undir 3.000 tons og toskaveiðan undir 10.000 tons. So hættislig hevur støðan ikki verið í nógv ár.
Hvat gera vit so
Samgongan letur standa til, og ynskir óbroytt dagatal og alt við tað gamla. Tað undrar, at somu menn róptu um deyðan í durinum, tá ið sama dagatal var ásett í fjør. Meintu teir nakað við dómadagsprædikuna í fjør, so hækkaðu teir dagatali aftur, nú teir hava valdið. At teir ikki gera tað, er tekin um, at teir ikki makta nakað ella innast inni vistu, at hetta var neyðugt at gera í fjør. Teir róptu bara upp fyri at tekkjast ávísum veljarum. Sama dagatal fyri komandi ár, uttan at onnur stig verða tikin, merkir, í besta føri, at sama vánaliga støða kemur at valda í eitt ár aftrat.
Javnaðarflokkurin ynskir at bøta um støðuna hjá heimaflotanum
Tað er júst hesa vánaligu støðu, ið vit í Javnaðarflokkinum, saman við restini av andstøðuni, vilja gera nakað við. Vit ásanna, at ikki ber til at gera sum samgongan, at standa sum ryssa yvir deyðum fyli og als ikki hava nakað boð uppá, ella taka nøkur stig, til at bøta um støðuna fyri tey, ið liva av útróðri. Tað stóð ikki á, at geva línuflotanum eina makrelkvotu, ið teir ikki kunnu fiska. Landsstýrismaðurin segði at hetta kom væl við hjá teimum illa staddu familjunum, ið liva av úrtøkuni hjá línuflotanum. Javnaðarflokkurin heldur, at vit eisini eiga at hugsa um tær familjurnar, ið royna at liva av útróðri.
Onnur rættindi í umbýti við fiskidagarnir
Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri óbroyttum fiskidøgum komandi ár. Orsøkin er, at vit hava lagt uppskot á ting um, at geva landsstýrismanninum heimild at geva heimaflotanum onnur veiðirættindi í býtið við fiskidagar. Hetta skal verða ein tíðaravmarkað skipan, í fyrsta lagi í 1 ár. Við at leggja fiskidagar stillar, minkar trýstið á botnfiskin undir Føroyum, samstundis sum vit ikki reka heimaflotan á húsagang. Ongin skal ivast, vit standa við málinum um at okkara fiskiveiða skal verða lívfrøðiliga burðardygg í 2015, sum tað er ásett í uppskotinum til umsitingarætlan. Men vit ásannað eisini, at vit kunnu ikki halda fram bert at skerja fiskidagar og lata allar tær familjur, ið liva av útróðri, upp til skutils. Vit mugu taka atlit til bæði fiskastovn og tey ið liva av fiskinum.
Lunka samgonga
Nú okkara uppskot hevur verið til 1 viðgerð, má eg tíverri ásanna, at samgongan er sera lunka og tykist ikki at vilja taka neyðugu stigini at hjálpa heimaflotanum. Hóast allir samgongulimir grótu krokodillutár um, at útróðrarflotin ikki fær sama møguleika at fáa nakrar krónur burturúr makrelkvotuni sum línuflotin, so vístu hesi fólkini ongan vilja til at gera nakað munagott. Umberingarnar trutu ikki, hví viðgerða hetta beint nú meðan ein nevnd endurskoðar lóggávuna var ein umbering, ein onnur var, at næsta ár burdi man givið útróðrarflotanum somu rættindi viðvíkjandi makrelinum sum línuflotin fær, ein triðja umbering var at uppskotið ger ongan mun, tí so fáir fiskidagar verða brúktir. Eg kundi hildið fram at ramsa umberingarnar frá samgonguni upp, men eg velji at gevast her, samstundis sum eg má taka tað niðurstøðu at samgongan vil ikki, royna alt ið roynast kann, fyri at útvega heimaflotanum fleiri rættindi, nú øll vinnan er á fallandi fóti.