Ingolf S. Olsen
----
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, er ikki í iva um, hvat við tíðini fer at henda, um onki verður gjørt við verandi skattastøðu, har nú 1500 føroyingar, sum arbeiða uttanlands, lítið og onki rinda í skatti í Føroyum.
– Tað er reinur logikkur, at annaðhvørt mugu vit skerja almennu tænasturnar munandi, ella mugu tey, sum frammanundan rinda skatt her, gjalda uppaftur meira, slær hon fast.
– Tey flestu av okkum vilja jú hava eitt vælferðarsamfelag, sum tað vit nú hava – ella kanska eitt við enn betri tænastum – og samstundis vita øll, at tað er dýrt at reka tað, tí við einum vælferðarsamfelag fylgir ein dýrur almennur sektorur. Fortreytin fyri øllum hesum er, at vit mugu arbeiða nógv og rinda lutfalsliga nógv í skatti fyri yvirhøvur at kunna fíggja vælferðarsamfelagið. Og her er tað so, at trupulleikin uppstendur, tá ein so stórur partur av arbeiðsstyrkini, sum talan er um hjá okkum, ikki rindar skatt her, sigur Marita Rasmussen.
Góðir førleikar
Eitt eru yvirskipaðu samfelagsavleiðingarnar av eini skipan, ið skeiklar skattainntøkurnar her á landi, annað er atlitið til vinnuna, hvørs søk hon sum stjóri í arbeiðsgevarasamtakinum Vinnuhúsinum er sett til at tala.
– Vit eru fult út kappingarfør við grannalondini, tá tað kemur til førleikar – tí eru føroyingar so nógv eftirspurdir aðra staðir – og vit eru í flestu førum eisini kappingarfør, tá tað kemur til minimumslønirnar á arbeiðsmarknaðinum. Men alt hetta verður kollrent av eini skattaskipan, sum ikki er kappingarfør. Og úrslitið er, at vit eksportera okkara arbeiðsmegi. Samstundis forðar okkara egna lóggáva okkum at taka útlendska arbeiðsmegi uttanfyri norðurlondini inn í staðin fyri.
– Í løtuni er tað serliga trotið á hondverkarum, ið er trupulleikin. Ein stórur partur av teimum arbeiðir uttanlands, og avleiðingin er, at vit mangla hesar førleikarnar, tá teir skulu brúkast til verkætlanir er heima. Við tíðini er sjálvsagt vandi fyri, at hesir førleikar hvørva heilt, staðfestir Marita Rasmussen og leggur afturat:
– Tað kann vera, at vit fara at hava tað trupult við at kappast við norsku lønirnar, men fyrsta fortreytin fyri yvirhøvur at royna at kappast er, at okkara skattaskipan er kappingarfør.
Lágur norskur skattur
Tað er serliga Noreg, ið elvir til høvuðbrýggj hjá føroysku hondverkaravinnuni, tí tað er haðar, hondverkarar í hópatali leita sær.
– Tað er eisini væl skiljandi, tí teir rinda millum fimm og tíggju prosent minni í skatti har. Tað ber helst eisini til at fáa eitt sindur meira í tímaløn har – og tað eru heldur ongi argument fyri, at føroyska lønin neyðturviliga skal vera eins høg og í Noregi – men tann munurin er als ikki so stórur, sum nógv halda. At føroyingar, sum arbeiða í Noregi, tjena so nógv, sum teir gera, er fyrst og fremst tí teir arbeiða so øgiliga nógvar tímar, meðan teir eru har yviri, og tí væl meira er eftir, tá skatturin er goldin, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Marita Rasmussen leggur dent á, at hon ikki ætlar at seta forðingar fyri at føroyingar leita sær út um landoddarnar at arbeiða.
– Tað er vælsignað, at vit eiga so gott fólk, at tey kunna fáa arbeiði, hvar tað skal vera. Tað er bara gott fyri allar partar, at vit hava eina mobila arbeiðsstyrki, og tí mugu vit eisini hava skattaavtalur við hini londini. Men vit mugu ansa eftir, at tá so nógv fólk fara uttanlands at arbeiða, at okkara egna samfelag er kappingarført um arbeiðsmegina. Eisini stuðlar føroyska skattalóggávan beinleiðis útlendskum arbeiðsgevarum, tí hon eggjar føroyingum at fara uttanlands at arbeiða heldur enn her. Eisini er ferðingin millum Føroyar og arbeiðsplássið gjørd skattafrí við eini broyting í skattalógini í fjør, og skundar hetta sjálvsagt eisini undir útferðarhugin, staðfestir stjórin í Vinnuhúsinum.
Bara ein nýskipan kann venda gongdini, heldur hon.
– Vit mugu fáa eina kappingarføra skattastøðu, og so mugu vit lata dyrnar upp fyri útlendskari arbeiðsmegi her heima, sigur Marita Rasmussen.