Tilsamans koma 27.110 ferðafólk til Føroya við ferðamannaskipunum í ár. Talið av skipum er ikki endaliga staðfest, eftirsum avlýsingar kunnu koma vegna veður og annað.
Men um øll 48 koma, er tað hægsta tal av ferðamannaskipum, ið nakrantíð er komið til Føroya á einum árið (sí tabell).
Fyri góðum tveimum vikum síðani var risaskipið »Poesia« á Havnini. Tað hevði við sær 2.200 fólk, og merktist tað sera væl í býarmyndini í Havn.
Ferðafólkini vóru busstúrar runt alt landið og løgdu óivað fitt av peningi eftir sær.
At liggja við kai er heldur ikki ókeypis, havnargjald, vatn og vakt skal gjaldast, og samanlagt, upplýsa tey frá havnarskrivstovuni, kostaði tað 207.548 krónur hjá »Poesia« at liggja við kai í átta tímar.
Skipini, sum koma, hava úr 50 til 2.300 ferðafólk umborð.
Tey flestu eru á veg til ella úr Íslandi og steðga ein dag í Føroyum.
Grand Mistral
Reiðarí: Iberojet
Skrásett: Spania
Byggt: 1998
Tons: 48.200
Ferðafólk: 1.700
Manning: 670
Longd: 219 metur
Breidd: 28.8 metur
Grand Mistral kemur á Havnina tvær ferðir í summar. Fyrstu ferð er 21. juli kl 13.00. Tey 1.650 ferðafólkini umborð eru sponsk og koma úr Bergen ávegis Reykjavík. Aðru ferð er 10. august kl 08.00 tá skipið er á veg úr Reykjavík til Bergen við 1.650 ferðafólkum.
Grand Mistral varð upprunaliga kallað fyri »Projekt J31« - skipið hevði onki reiðarí og var bygt upp á spekulatión. Fyrstu árini sigldi hon fyri Festival Cruises, men tá tað reiðaríið fór á húsagang í 2004 tók núverandi reiðaríið, Iberojet, yvir.
Mein Schiff
Reiðarí: Tui Cruises
Skrásett: Malta
Byggt: 1996
Tons: 76.522
Ferðafólk: 2.681
Manning: 909
Longd: 260 metur
Breidd: 32.20
Mein Schiff kemur á Havnina 28. juli kl 07.00. Tey 1.750 ferðafólkini eru týsk og koma úr Reykjavík ávegis Invergordon í Skottlandi.
Mein Schiff er nýliga umdoypt, skipið hevur havt nøvnini Galaxy og Celebrity Galaxy frá 1996 til 2009 og siglt fyri reiðaríið Celebrity Cruises. Sjónvarpssendingin »The Cruise« í BBC varð spæld inn umborð á Mein Schiff. Tui eigur eisini Star Tours, ið nógv kenna frá ferðum sunnanfyri.
Costa Luminosa
Reiðarí: Costa Cruises
Skrásett: Italia
Byggt: 2007
Tons: 92.700
Ferðafólk: 2.260
Manning:
Longd: 292 metur
Breidd: 32.30 metur
Costa Luminosa kemur á Havnina 18. august kl 08.00. 1.900 ferðafólk úr ymiskum londum eru við á ferðini frá Reykjavík til Invergordon í Skottlandi.
Skipið hevur eitt 3.500 fermetrar stórt spa í tveimum hæddum og kostaði 450 milliónir evrur at byggja. Skipið er júst afturkomið úr Persiska flógvanum, har tað hevur gjørt cruiseferðir millum Dubai, Muscat, Fujairah, Abu Dhabi og Bahrain.
Eurodam
Reiðarí: Holland America Line
Skrásett: Niðurlond
Byggt: 2008
Tons: 86.273
Ferðafólk: 2.104
Manning: 929
Longd: 285 metur
Breidd: 32 metur
MS Eurodam kemur á Havnina 24. august kl 08:00. 1.900 ferðafólk úr ymiskum londum eru við á ferðini frá Orknoyggjunum til Reykjavík. Reiðaríið Holland America Line er eitt tað eldsta reiðaríið og hevur virkað í heili 136 ár. Nú hevur reiðaríið 14 skip og siglur um allan heimin. Hetta mentaða ferðamannaskip hevur eina stóra samling av listaverkum umborð.
Norwegian Sun
Reiðarí: Norwegian Cruise Line NCL
Skrásett: Bahamas
Byggt: 2001
Tons: 78.309
Ferðafólk: 1.936
Manning: 916
Longd: 258 metur
Breidd: 32 metur
Norwegian Sun kemur á Havnina 25. september kl 08.00. Tey 1.900 ferðafólkini eru amerkansk og koma úr Lervík ávegis Reykjavík. NCL er eitt av størstu cruise-reiðaríðunum í Norðurlondum við 11 skipum. Norwegian Sun og systurskipið Norwegian Star vóru bæði doypt samstundis í Miami.
Grand Princess
Reiðarí: Princess Cruises
Skrásett: Bermuda
Byggt: 1998
Tons: 109.000
Ferðafólk: 2.590
Manning: 1.100
Longd: 289.86 m
Breidd: 35.97 m
Grand Princess er størsta skip, ið kemur á Havnina í ár. Tað eru 2.300 amerkansk ferðafólk umborð, tá skipið leggur at 29. september. Leiðin gongur úr Lervk til Akureyri. Tá Grand Princess varð bygt í 1998, var tað dýrasta og størsta skip, ið nakrantíð var bygt. Kostnaðurin var 450 milliónir dollarar. Skipið siglur í Evropa um summarið og í Karibia um veturin.
Ár Tøl av ferðamannaskipum á Havnini
2010 - 48 skip
2009 – 45 skip
2008 – 39 skip
2007 – 42 skip
2006 – 41 skip










