Men hetta hevur verið útrokningargrundarlagið øll árini, síðan vit fingu fiskidagaskipanina, og hetta grundarlag kunnu vit ikki broyta, tí vit kenna ikki avleiðingarnar til fulnar. Bjørn Kalsø vísir á, at [...] at tíðin telir frá tí, at skipið loysir, til lagt verður aftur í havn. Hevur skipið verið úti í eitt nú 26 tímar, telir hetta sum tveir fiskidagar, tí farið er út um teir fyrstu 24 tímarnar. Hann sigur, [...] verður ? og nær komið verður aftur í havn, soleiðis at fiskidagar ikki fara til spillis. - Men tað eru ikki allir skipabólkar, sum eins væl kunnu leggja hesa tíðina til rættis, sigur hann.
Anfinn Kallsberg legði nógv fyri, so virkið og skip kundu bjargast. Sjálvandi eiga vit at halda okkum til lógirnar, men vit hoyra eisini, at tey aðrastaðni fluttu pening millum virki og skip, sigur Heini [...] Norðoya Fólkafloksfelag var mikukvøldið. Hann byrjaði við, at Anfinn Kallsberg tók orðið og segði, at nú máttu limirnir gera av, um hann skuldi halda fram á listanum. Øll reistust. Eingin ivi varð sáddur [...] Anfinn Kallsberg fer at fáa eitt veldugt val her norðuri. Anfinn verður førdur fram sum nummar eitt, og vit fara til val upp á at halda fast um sjálvstýriskósina, sum hann hevur staðið fyri, sigur Heini í Marknagili
fullveldismálið, soleiðis sum tað varð lanserað av Tjóðveldisflokkinum, er fallið til jarðar aftur, og at vit nú tosa um yvirtøkuferð, heldur enn nakað annað tey næstu nógvu árini, men er hetta øll orsøkin til [...] framferðin hjá floksleiðsluni og tey val, hendan hevur gjørt seinastu árini eisini eru orsøk til størstu ónogdina? Vit hava verið vitni til nøkur sera løgin mál í hesum valskeiðnum. Landsantikvarmálið var [...] hetta nakað, ið floksleiðsla Tjóðveldisfloksins fer at hugsa um, og at hon so handlar hareftir, so vit aftur fáa eina politiska dagsskrá, ið fokuserar uppá menning og varðveitlsu av modernaða norðurlendska
við sviðiðsoð, meðan reiðaríini hava fingið ein bíligari rakstur. Hvørji eru so framtíðarútlitini fyri fiskivinnuna? Hvussu kunnu vit verða viss í, at eitt stórt inntøkufall ikki er fyri framman í hesi vinnu [...] Áttatiárini verða mangan drigin fram sum eitt dømi um eina tíð, har alt fór yvir gevind. Nú er veruleikin sjáldan so svart hvítur sum tað, men greitt er, at nøkur mistøk vóru gjørd, ella rættari sagt, [...] inntøkufall stein omaná byrðu hjá føroyska búskapinum, ið var tyngdur undir nógvari skuld. Í dag hava vit eitt vinnulív og ikki minst eina fiskivinnu, sum skyldar lítið í mun til 80?ini. Harafturat hava føroysk
prædikuna. Tá vit so vendu okkum til Ólav Rasmussen um nakað hald var í leysatíðindunum um, at hann ikki fer at halda prædikuna, svarar Ólavur, at tað verður Inga Poulsen Dam, sum skal halda hana. Tá vit nevna [...] at tað er tann nýggjasti presturin, sum fær heiðurin at halda prædikuna ólavsøkudag. Seinnu árini eru fleiri nýggir prestir settir , og tískil fellur valið á tann av nýggju prestunum,ið hevur verið longst [...] Føroya Stiftstjórn boðað frá, at tað er Ólavur Rasmussen, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár. Tá vit mikumorgunin hittu Hans Jacob Joensen,bisp, á máli, hvør prestur verður á prædikustólinum ólavsøkudag
minni, og nógvir pengar eru at spara, men vit hugsa fyrst og fremst um trygd og tíð, sigur Jóannes Niclasen. Áður vórðu elementini nortin átta ferðir á eini slíkari ferð, men nú er hetta minkað til tvær [...] Havn. ? Nýggja skipið ger tað lættari hjá okkum at planleggja okkara arbeiði, soleiðis sum vit ynskja tað. Vit fáa flutt júst so nógv element, sum okkum lystir, sigur Jóannes Niclasen, verkfrøðingur hjá
at nakað tílíkt var í umbúnað. ? Vit høvdu arbeitt við hesum málinum í so langa tíð tá, at tað er ótrúligt, at hann ikki visti av tí, sigur Elsba Lutzen. Fyribils eru fólk sett í starv í eldrasambýlinum [...] men størvini verða lýst leys at søkja ein av fyrstu døgunum. ? Vit hava fingið eina serstakliga vánaliga byrjan við eldrasambýlinum, men nú er at vóna, at alt fer at ganga betur, sigur Elsba Lutzen at enda [...] leiðari fyri sambýlinum. ? Tað er slettis ikki vist, at hon verður sitandi har, men á henda hátt vóna vit, at tann neyðuga samskipanin og tann neyðugi kunnleikin er á staðnum, sigur Elsba Lutzen. Tað er ein
gjár og er nú á veg niður til Bretlands at selja. - Vit vænta, at manningarparturin hendan túrin fer at liggja millum 300.000 og 400.000 kónur, tó helst nærri 300.000. Hetta er tað einasta, vit fingu Hanus [...] Fiskivinna Vit, sum hava skrivað um fisk og fiskivinnu í mong ár, vita, hvørjar ?avleiðingar? tað kann fáa at reypa um inntøku hjá teimum sum sigla. Gongst væl ? ja, kanska ov væl, vildi onkur sagt - er [...] viðhvørt minni væl. Tað kann ganga heilt illa, men tað kann eisini ganga heilt væl, tá ið fyritreytirnar eru tær røttu. Roktúrur Sosialurin hevur spurt Hanus Hansen, reiðara hjá JFK-Troli, hvussu stórur mann
hjá HB heldur, at hansara menn kunnu vera nøgdir við javnleik móti VB í Vági. ? Vit fara eftir javnleikinum, og tað eru vit væl nøgdir við, sigur Rúni Nolsøe, liðformaður. Hann leggur dent á, at tað altíð [...] endaði við javnleiki 0-0, men bæði liðini høvdu nógvar góðar málmøguleikar, og dysturin var sera góður. Nú er tað so steypakappingin. HB má metast sum favorittur at koma víðari til finaluna, sum verður á ólavsøku [...] í finaluna, so er kravið í dag ein sigur. ? Eingi ivi er um, at kravið hjá okkum er ein sigur, men vit hava góðar vónir til dystin í dag, sigur Eyðun Jacobsen, liðformaður hjá VB. Hann sigur um dystin í
tónleikasamtakið Grót, ið saman við øðrum skipar fyri hesum tiltakinum. ?Vit hava fingið fleiri áheitanir um at hava Grót í Klaksvík, men vit halda tað vera best, um tað verður gjørt eitt felag í Klaksvík fyri [...] skjótast. Eisini borgarstjórin í Klaksvík fett turt upp á frá teimum illa sperdu ungu mánakvøldið. Tað er nú líkt til, at ungdómurin kanska fær eitt tilboð afturat í Klaksvík. Í øllum førum verður skipað fyri [...] tað hevði verið ynskiligt, um ein nevnd kanska hevði kunnað verið sett á stovn, sigur Jón Tyril. Øll eru vælkomin á fundin, ið verður kl. 19.00 í býráðshøllini í kvøld, fríggjakvøldið. Um tað nýggja felagið