Klaksvík:
Elsba Lutzen, økisleiðari hjá heimarøktini í Norðoyggjum sigur, at síðani tað varð avgjørt, at ongin leiðari skuldi setast til eldrasambýlið, hava tey fingið at vita, at tey skulu halda seg innan fyri galdandi karmar á økinum. Og tað hava tey so gjørt og sett Turið Zachariassen sum leiðari fyri sambýlinum.
? Tað er slettis ikki vist, at hon verður sitandi har, men á henda hátt vóna vit, at tann neyðuga samskipanin og tann neyðugi kunnleikin er á staðnum, sigur Elsba Lutzen.
Tað er ein sannroynd, at tey flestu eldrasambýlini í dag í veruleikanum ikki liva upp til teirra heiti. Tað vil siga, at tey í teimum flestu førunum virka sum smá røktarheim, har búfólkið í veruleikanum ikki megnar at taka sær av sær sjálvum. Og tí heldur Elsba, at tað er alneyðugt at hava serstakar leiðarar, sum hava tann neyðuga kunnleikan og ta neyðugu útbúgvingina til at fáa eitt tílíkt heim at virka sum best.
Hon sigur, at verandi starvsfólk í flestu førum ikki hava tann neyðuga kunnleikan til at taka sær av búfólkunum, tí hesi ikki lúka treytirnar fyri at kunna búgva í einum sambýli.
? Eitt sambýli er jú eitt kollektiv, har hugsanin upprunaliga var, at tey, ið búleikast har, skulu klára seg sjálvi. Og so skulu starvsfólkini virka á sama hátt sum heimarøktarar, men munurin er hann, at alt er á einum og sama staði, men støðan er bara ikki so, sigur økisleiðarin fyri Norðoya heimarøkt, sum varð tikin á bóli, tá landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu tók lýsingina eftir leiðara aftur á sinni og segði seg ikki vita, at nakað tílíkt var í umbúnað.
? Vit høvdu arbeitt við hesum málinum í so langa tíð tá, at tað er ótrúligt, at hann ikki visti av tí, sigur Elsba Lutzen.
Fyribils eru fólk sett í starv í eldrasambýlinum undir Kráarbrekku fyri at tað kann lata upp, men størvini verða lýst leys at søkja ein av fyrstu døgunum.
? Vit hava fingið eina serstakliga vánaliga byrjan við eldrasambýlinum, men nú er at vóna, at alt fer at ganga betur, sigur Elsba Lutzen at enda.
Eldrasambýlið letur sum sagt upp týsdagin í næstu viku, og í hesum sambandi verður ein móttøka í sambýlinum komandi sunnudag. 16 fólk fara at búgva í sambýlinum.