Fiskapakkin lagdur á "ís"

Fólkaflokkurin krevur, at útrokningargrundarlagið fyri fiskidøgum verður broytt, men Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, heldur tað ikki vera rætt soleiðis bara at broyta grundarlagið í einum fiskiári. Tí er ikki líkt til, at nógv umrøddi fiskapakkin kemur aftur úr vinnunevndini í bræði

Fiskapakkin

Tann nógv umrøddi fiskapakkin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið, fór eftir fyrstu viðgerð í vinnunevndina, har hann hevur ligið í einar fjúrtan dagar ella so. Einki røkist í løtuni fyri, at málið kemur aftur úr vinnunevndini í bræði, tí Fólkaflokkurin krevur, at grundarlagið fyri útrokningum av fiskidøgum skal broytast, samstundis sum fiskapakkin verður samtyktur.
- Men tað vil eg ikki, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum ikki heldur tað vera forsvarligt soleiðis uttan víðari at broyta útrokningargrundarlagið í einum fiskiári.

Málið kannað

Um landsstýrismaðurin yvirhøvur er sinnaður at broyta grundarlagið, dugir hann ikki at siga í løtuni, men hann vil í minsta lagi hava at vita, hvørja ávirkan ein slík broyting kemur at hava fyri veiðitrýstið.
Ein bólkur situr júst og arbeiðir við hesum, men enn er hetta arbeiði ikki endaliga liðugt.
- Verandi skipan við fiskidøgum er grundarsteinurin undir fiskidagaskipanini, og tí haldi eg tað avgjørt ikki vera rætt, at hesin týdningarmikli partur bara verður broyttur við einum "pennatroki".
Bjørn Kalsø veit ikki at siga, um fiskapakkin verður afturhildin í vinnunevndini, men hann heldur líkt verða til, at so er.
- Eg veit ikki, um vinnunevndin bíðar eftir tí arbeiði, sum er í gongd, men um so er, vænti eg ikki, at fiskapakkin verður endaliga samtyktur á løgtingi í hesi tingsetuni, sigur landsstýrismaðurin.

Ein fiskidagur
?
Bjørn Kalsø sigur, at málið um útrokningargrundarlagið í stuttum snýr seg um, hvat ein fiskidagur er.
- Skipanin er hon, at tíðin telir frá tí, at skipið loysir, til lagt verður aftur í havn. Hevur skipið verið úti í eitt nú 26 tímar, telir hetta sum tveir fiskidagar, tí farið er út um teir fyrstu 24 tímarnar.
Hann sigur, at tað er hetta, sum hildið verður at vera órímiligt, og tað er faktiskt rætt.
- Men hetta hevur verið útrokningargrundarlagið øll árini, síðan vit fingu fiskidagaskipanina, og hetta grundarlag kunnu vit ikki broyta, tí vit kenna ikki avleiðingarnar til fulnar.
Bjørn Kalsø vísir á, at ávísir skipabókar duga væl at leggja sær til rættist, nær farið verður ? og nær komið verður aftur í havn, soleiðis at fiskidagar ikki fara til spillis.
- Men tað eru ikki allir skipabólkar, sum eins væl kunnu leggja hesa tíðina til rættis, sigur hann.