Norðoyingar sláa manngarð um Anfinn

Løgmaður fekk dygga undirtøku í sínum valdømi, hóast hann er tikin í at svika. Norðoya Fólkafloksfelag fer til val uppá at reinsa Anfinn Kallsberg

Allur ivi varð ruddaður av vegnum, og Anfinn Kallsberg fekk 100 prosent uppbakking. Soleiðis sigur Heini í Marknagili, sum í mong ár var í nevndini hjá Norðoya Fólkafloksfelag.

Fyrsti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag var mikukvøldið. Hann byrjaði við, at Anfinn Kallsberg tók orðið og segði, at nú máttu limirnir gera av, um hann skuldi halda fram á listanum. Øll reistust. Eingin ivi varð sáddur um undirtøkuna hjá Anfinn Kallsberg.
Heini í Marknagili sigur, at tey góðu 30 árini hann hevur verið í felagnum, minnist hann ikki, at nakar hevur fingið so stóra undirtøku áður. Eini 60 fólk vóru á fundinum.

? Eg ivist onga løtu í, at Anfinn Kallsberg fer at fáa eitt veldugt val her norðuri. Anfinn verður førdur fram sum nummar eitt, og vit fara til val upp á at halda fast um sjálvstýriskósina, sum hann hevur staðið fyri, sigur Heini í Marknagili.

Fólk gita, at Anfinn Kallsberg fer at fáa einar 700 atkvøður í Norðuroyggjum, og tað er nógv. Umframt Anfinn Kallsberg standa Jógvan við Keldu, Jákup Mikkelsen, Rúna Sivertsen og Petur Hans Joensen á listanum, og tað er ein sterkur listi. Sum er hevur flokkurin tveir tingmenn, og nakað langt er til tann triðja, men heilt óhugsandi er tað ikki.

Serliga viðoyingar sláa manngarð um Anfinn Kallsberg, greiður Heini í Marknagili frá, men yvirhøvur halda nógvir norðoyingar, at hann hevur fingið eina harða viðferð fyri sína fortíð.

? Teir, sum eru komnir nakað til árs, minnast tíðina í 80-árunum og tann týdning, sum flakavirkið hevði. Tað var umráðandi, at fiskurin kom til høldar, og tí skilja fólk væl, at Anfinn Kallsberg legði nógv fyri, so virkið og skip kundu bjargast. Sjálvandi eiga vit at halda okkum til lógirnar, men vit hoyra eisini, at tey aðrastaðni fluttu pening millum virki og skip, sigur Heini í Marknagili.

Sostatt er strategiin greið. Norðoya Fólkafloksfelag fer til val upp á at reinsa løgmann, og kemur málið um Frostvirkið upp í valstríðið, so verður sagt, at Anfinn Kallsberg sum bókhaldari og borgarstjóri á Viðareiði royndi at varðveita arbeiðspláss, tá ið hann varð tikin í kreativum bókhaldi.