Fiskivinna
Vit, sum hava skrivað um fisk og fiskivinnu í mong ár, vita, hvørjar
?avleiðingar? tað kann fáa at reypa um inntøku hjá teimum sum sigla. Gongst væl
? ja, kanska ov væl, vildi onkur sagt - er skjótt, at onkur øvundar teimum sum
fiska. Skattalætti og onnur viðurskifti verða drigin fram sum órímilig, meðan
minni verður hugsað um, at fiskimaðurin er avskorin frá øllum, sum fer fram uppi
á landi, meðan hann er burtur. Hann sær ikki familjuna, vinir og kenningar og
tað longsta, hann sleppur á túrinum, sum kann vara í mánaðir, er út til
lúnningina. Gongst illa, grenjar eingin, og stríðið hjá fiskimanninum verður
neyvan tikið uppá tungu.
Hjá tí, sum fiskar, gongur viðhvørt væl og viðhvørt minni væl. Tað kann ganga
heilt illa, men tað kann eisini ganga heilt væl, tá ið fyritreytirnar eru tær
røttu.
Roktúrur
Sosialurin hevur spurt Hanus Hansen, reiðara hjá JFK-Troli, hvussu stórur
manningarparturin umborð á Sundabergi er hendan túrin.
Sundaberg fór úr Føroyum, 10. apríl og var aftur á Klaksvík mikudagin í hesi
vikuni. Hetta var ein roktúrur, 950 tons í flaki.
Hanus er sum vera man trekur at tosa um tøl, tí sum hann sigur: ?So fær onkur
ilt av hesum, tí hesaferð gekk tað so væl??
Hann vísir á, at enn er lastin hjá Sundabergi ikki seld, og enn vita teir ikki
nágreiniliga, hvussu sølan verður.
Sundaberg loysti úr Klaksvík í gjár og er nú á veg niður til Bretlands at
selja.
- Vit vænta, at manningarparturin hendan túrin fer at liggja millum 300.000 og
400.000 kónur, tó helst nærri 300.000.
Hetta er tað einasta, vit fingu Hanus at siga okkum um inntøkuna.
Ikki tí; Hanus var bæði blíður og fryntligur at tosa við.
- Okkum hevur ikki dámað so væl at upplýsa inntøkuna hjá manningini, men tað er
skjótt hjá hvørjum einstøkum at rokna seg fram til, hvat fæst burtur úr einum
slíkum túri, sum í okkara verð telist millum teir bestu, sigur reiðarin, Hanus
Hansen.
Tá ið Sundaberg er liðugur at landa, fer hann nýggjan túr eystureftir.










