at alt stendur væl til, tí tey gomlu eru ikki tey, sum standa í fremstu røð og kæra sína neyð. Viðvíkjandi reingerðini á donskum sjúkrahúsum, so má ikki standa allastaðni so væl til, tí fyri kortum var [...] minka um tænastustøðið. Hetta skal eg koma aftur til. Síðan nevnir Bjørn eina kanning, sum »Kommunernes Landsforening« hevur latið gjørt. Eg kenni ikki hesa kanning, men eyðvitað er, at tað finnast dømi [...] fyri teimum gomlu og fyri tænastuni. Tá ið taksametrið tikkar, tá vænti eg ikki, at hetta fer at verða okkum politikkarum til nakran sóma. Annars tori eg at siga, at vit við heimahjálpini hava best virkandi
oljufelag fegnir vera við til at byggja brýr. Tað er avmarkað, hvat vit kunnu gera. Men vit vilja fegnir vera við til at gera nakað líknandi. Fyrr í ár fingu Føroya Kolvetni fólk úr London til Føroya at greiða [...] at føroyingar í dag missa nakað við ikki at hava meiri samband við Bretland. Hetta er ein sera stórur marknaður. Føroyar kunnu so nógv. Og mugu tí ikki bara fara til Danmarkar, har tað eru 5 mill. fólk [...] ini sæð, hvussu tingini ganga fyri seg, eitt nú á børsinum. Tað er ikki so torskilt og ræðandi, sum onkur kanska heldur. Tað ber til. Man skal bara trúgva uppá seg sjálvan. Gera neyðugu fyrireikingarnar
og tí hava skund at seta okkurt tilvildarligt og helst dýrt eftirmæli eftur seg. Havnin hevur ikki ráð til slíkt! Eg fór undir at savna inn undirskriftir í handlinum og á Facebook fyri at mótmæla staðsetingi [...] Havnini. Eg kann til dømis nevna, at eitt uppskot við tekning fyriliggur í býráðnum um staðseting á Boðanesi. Hetta kundi verið ein góð staðseting við útsýni til tað opna havið. Eg ætli mær ikki bara at koma [...] tvífaldið parkeringina, til frama fyri at alt Føroya fólk, í staðin fyri at brúka øki til bert tey fáu, ið vitja tjóðleikhúsið. PS. Eg havi altso ongar ætlanir at stilla upp til komandi býráðsval, um onkur
signalið í tí at hækka blokkin, bæði mótvegis umheiminum og ikki minst okkum sjálvum, er stórt: ’Vit hava framvegis ikki sjálvi neyðugu orkuna og evnini til at fíggja okkara egnu tilveru’. Slíkt hevur tað tíverri [...] løgtingsmeirilutin heilt edrúiliga og erliga at vit ikki hava neyðugu orkuna og evnini til at fíggja okkara egnu tilveru? Og setur løgtingsmeirilutin veruliga ikki eina æru í nakað so grundleggjandi fyri øll [...] vit til útforjabbaða kjakið um vit hava ráð at veittra blokkinum farvæl. Eg má bara endurtaka tað, sum mong onnur hava sagt so mangan: Vit hava eina fiskivinnu, har ótroyttir møguleikar sum tilfe
September. Men tað skal takast við fyrivarni, tí tað er eisini neyðugt at passa sær løgir til terra. Tó ber heldur ikki til at bíða ov leingi, tí so fara teir at gima, tað er at teir eru klárir at brunda. Tá [...] minni. Tað ber til at bíða við at fletta veðrarnar til hálvan oktober, men so mugu teir takast. Tungir at tumma Verðar kunnu verða tungir at tumma, tí skinnið situr so fast. Summir vita tey ráð, at gera skinnið [...] Og hon er líkasum startskotið til ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd. Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg. Ikki minst eru menn spentir uppá, hvussu
ógvuliga óheppið, men tað vísir seg bara ikki at vera politiskur vilji til at økja um talið á pedagogflokkum. Politikararnir tykjast enn halda, at dagstovnarnir bert eru til, fyri at foreldrini skulu kunna arbeiða [...] børnunum, og tí er tað ikki líkamikið hvørji starvsfólk eru í dagstovnunum. ?Samfelagið er í støðugari menning, og tað er alneyðugt, at dagstovnarnir fylgja við í menningini, og ikki halda fast í gamlar vanar [...] starvsfólk kanska ikki hava givið okkum far um fyrr, greiða tær fýra frá. Tær eru samdar um, at tað er ein gott at hava foreldur, ið seta krøv, tí tað ger, at starvsfólkið á stovnunum ikki kann »sovna« í
ofta verður reistur, nevniliga um harðskapsfilmir elva til harðskap. - Hóast nógva gransking og umrøðu, verður ikki mett, at harðskapsfilmir elva til harðskap. Sjálvsagt er tað ein spurningur um, hvør ið [...] fyri nakað, og um ungdómar ikki hava annað og betri at taka seg fyri enn at meinsla hvønn annan. Eisini verður spurt um garvillir ungdómsbandar ganga leysir, og um foreldur ikki longur eykkaleys kunnu lata [...] hálvvaksnu børn út fyri dyr um kvøldarnar og næturnar. - Hóast hesin atburður als ikki eigur at verða góðtikin, mugu vit ansa eftir ikki at leypa framav. At ungfólk gera um seg og tíverri við oyðileggjandi og skaðandi
fyribyrging av klamydia. Hesin hevur ikki myndugleika til at seta tiltøk í verk, men kann mæla til, hvat er til ráða at taka. M. a. mælti hann til í uppskoti til fólkaheilsuætlanina, at dentur átti at [...] atvoldin til at hesir klistra saman, trongjast ella heilt latast aftur, soleiðis at eitt gitið egg ikki sleppur ígjøgnum og tískil ikki fær fest seg inni í lívmóðrini, har tað átti at vaksið seg til eitt fostur [...] kann elva til krabba í lívmóðurhálsinum, og sum er orsøk til nógv størsta partin av krabbatilburðunum í lívmóðurhálsinum. Nú ber til at koppseta ungar gentur móti hesum, og hóast koppsetingin ikki verjir
sum nú eru tikin, kunnu vera við til at forða fyri líknandi hendingum í framtíðini. Ikki avgjørt At enda skal viðmerkjast, at vit hava frætt frá KÍ, at teir enn ikki hava tikið við dóminum í málinum, [...] fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«. Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara [...] um ein fund í einum positivum anda, har báðir partar høvdu høvi til at leggja øll kort á borðið. Úrslitini av fundinum lata heldur ikki bíða eftir sær, og komandi vikurnar verða fleiri broytingar at síggja
rørslutarnaðu kunnu hava trupulleikar, um atkomuleikin ikki er góður, og tí er týdningarmikið, at tú til dømis býrt á 1. hædd, og at tú hevur stutt til handils, um tú ert rørslutarnaður. Rósa Samuelsen, Forkvinna [...] at fáa viðgerðir fluttar til Føroya, og tað er væl møguligt, at tað verður lagt út til tey bæði minnu sjúkrahúsini. Hans Pauli Strøm væntar, at penningur verður eyðmerktur til rehabiliteringætlanina í [...] tað kann verða at koma fram hjá teimum rørslutarnaðu, tá ið tað almenna ikki ger vegir og almennar bygningar handikapvinarligar. Til dømis kann tað verða ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum sita í koyristóli