Sum nevnt í blaðnum í gjár, so varð dómaravboykottið blást av, eftir at FSF beyð dómarafelagnum til fundar, har greiða skuldi fáast á ymsum viðurskiftum.
Hóast málið hevur havt tað keðiligu avleiðing, at ein av fremstu dómarabólkunum í landinum nú hevur kastað frá sær, so hevur hetta samstundis verið viðvirkandi til at seta gongd í málið um trygdina hjá dómarunum, og hetta má í øllum førum metast sum nakað positivt.
Mánakvøldið var so fyrsta stigið tikið á hesi leið, tá dómarafelagið hevði fund við FSF. Ein fundur, sum FSF bjóðaði dómarafelagnum á, eftir at tað tóktist greitt, at eingin dystur skuldi spælast í bestu deildini undanfarna vikuskifti.
Herða reglurnar
Børge B. Hansen, sum er formaður i kappingarnevndini hjá FSF, sigur við Sosialin, at talan var um ein fund í einum positivum anda, har báðir partar høvdu høvi til at leggja øll kort á borðið.
Úrslitini av fundinum lata heldur ikki bíða eftir sær, og komandi vikurnar verða fleiri broytingar at síggja.
Fyrst og fremst verður talan um økt trygdarkrøv undir dystum í bestu mansdeildini. Sjónligasta broytingin verður, at trygdargeiri skal gerast frá skiftirúmum út á vøllin, soleiðis at dómarar og leikarar ótarnaðir kunnu sleppa til og frá sjálvum vøllinum. Eftir ynski frá dómarafelagnum koma hesar reglur í gildi frá 1. august at rokna, burtursæð frá Klaksvíkini, har hetta verður kravt longu frá fyrstkomandi heimadysti hjá KÍ, sum verður 18. juni.
Harumframt verður talan yvirhøvur um greiðari og herdar mannagongdir fyri trygdarfólkini hjá ymsu feløgunum, soleiðis at dómarar eitt nú sleppa ótarnaðir bæði til og frá leikvøllinum.
Finnið syndaran
Í londunum uttan um okkum er tað vorðið alt meira vanligt, at trupulleikin við óskikkiligum áskoðarum verður fluttur yvir á feløgini, og nú er eisini líkt til, at hetta verður galdandi í Føroyum.
Framyvir verður álagt feløgum, har áskoðarar hava gjørt um seg, at finna fram til viðkomandi persón og sekta hendan, soleiðis at viðkomandi í ávíst tíðarskeið verður burturvístur frá fótbóltsvøllinum. Hetta verður eisini galdandi fyri tilburðin í Klaksvík, sigur Børge B. Hansen.
Júst í málinum, KÍ-B68, hevur verið ført fram, at tað kann vera torført at finna fram til viðkomandi persón, og tað er helst eisini rætt, at tað í ávísum førum kann verða ein trupulleiki. Hinvegin kann tó roknast við, at um valið stendur millum at finna syndaran ella at missa heimavøllin, so er helst lítið at ivast í, at syndarin verður funnin.
Formaðurin í kappingarnevndini sigur seg tó vera eitt sindur ivandi í, hvussu langt tað ber til at fara í hesum, men sum sagt, so verður hetta álagt heimaliðinum í framtíðini
Økt samstarv
Eitt annað, sum dómarafelagið tóktist ´nøgt við undan fundinum, var, at teir so at siga als ikki verða hoyrdir, tá avgerðir verða tiknar.
Eisini hetta varð tikið upp á fundinum, og skal hetta eisini broytast í framtíðini.
Dómararnir sleppa tó ikki upp í part í dóms- ella kappingarnevnd, tí teir her verða mettir sum ógegnligir. Hinvegin er nú lagt upp til, at dómarafelagið og kappingarnevndin skulu hava regluligar fundir, soleiðis at trupulleikar av ymsum slag kunnu loysast, so hvrøt sum teir stinga seg upp, ísatðin fyri at alt verður koyrt upp í ein spíss, soleiðis sum tað hendi hesu ferð.
Børge sigur at enda, at hann er ógvuliga harmur um tær avleiðingar, sum málið førdi við sær hesuferð, men at hann vónar at stigini, sum nú eru tikin, kunnu vera við til at forða fyri líknandi hendingum í framtíðini.
Ikki avgjørt
At enda skal viðmerkjast, at vit hava frætt frá KÍ, at teir enn ikki hava tikið við dóminum í málinum, KÍ-B68.
Hetta hevur annars verið ført fram, men Svend Jacobsen, formaður í KÍ sigur, at so er ikki.
Freistin at kæra gongur úr í kvøld, og í gjárkvødlið skuldi nevndin í KÍ hava fund, har revsingin frá FSF verður til viðgerðar, og skuldi avgerð tá takast um, hvørt felagið tekur við dóminum ella ikki.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????