Bjørn heldur, at privatisering í sjálvum sær loysir allar trupulleikar.
Í Dimmalætting týsdagin 16. sept. hevur Bjørn á Heygum, løgtingsmaður eina grein, har hann enn einaferð roynir at sannføra lesaran um, hvussu væleydnað útbjóðing av almennum tænastum er í øðrum londum.
Bjørn á Heygum hevur fleiri ferðir fyrr við greinum av slíkum slag roynt at vunnið undirtøku fyri, at bert vit privatisera, so eru næstan allir okkara trupulleikar loystir.
Hann byrjar greinina við at siga, at man í útlondum hevur sæð eyðsýndar fyrimunir av, at almennar uppgávur eru latnar privatum at reka. Her haldi eg, at greinin í rættiliga stóran mun haltar, tí man hevur sanniliga eisini sæð tað mótsatta, at útbjóðingin tvørturímóti bæði hevur dýrkað tænastuna og haraftrat minka um tænastustøðið. Hetta skal eg koma aftur til.
Síðan nevnir Bjørn eina kanning, sum »Kommunernes Landsforening« hevur latið gjørt. Eg kenni ikki hesa kanning, men eyðvitað er, at tað finnast dømi, har ein vánalig og dýr og illa fyriskipað almenn tænasta er vorðin bíligari við at lata onkrum privatum hana at gera.
Men tá skal munurin vera stórur, tí eg kenni ongan privatan, sum átekur sær eina slíka tænastu, uttan at viðkomandi samstundis fær ein fittan vinning burturúr í egnan lumma. Sjálvandi fer eingin privatur at gera hetta, uttan so, at tað er ein vinningur at heinta.
So er ein tænasta privatiserað við fyrimuni fyri báðar partar, sum henda kanning opinbart vísir, so kunnu vit vera vís í, at her hevur verið talan um stak illa riknar almennar tænastur.
At tað finnast slíkar í Føroyum er sjálvsagt eisini møguligt, men tað er politiska uppgávan hjá landsstýrinum at bera so í bandi, at hesar tænastur verða rationaliseraðar.
Tú mást endiliga ikki trúgva, at allir trupulleikar eru loysir, bert vit privatisera, tí í sjálvum sær loysir hon ongan trupulleika.
Hvør skal kappast móti hvørjum í Føroyum?
Tað hevur annars verið nógv frammi í fjølmiðlunum í samband við ætlanirnar at leggja Telefonverkið og Postverkið í partafelagsform, at hetta er ein fyrimunur fyri verkini, tá tey eru í kapping við onnur. Hetta hevur onkur eisini nevnt í samband við Strandfaraskip Landsins.
Men við hvønn skulu hesir stovnar kappast? Hvør fer í kapping við Postverkið um at bera út brøv og pakkar? Hvør fer í kapping við Strandfaraskipini um sigling um t.d. Suðuroyarfjørð ella t.d. Skopunarfjørð?
Eisini sigur Bjørn í greinini, at ein stovnur sum SEV má fyrireika seg til nýggju tíðina við øktari kapping. Hvønn fer SEV at kappast ímóti? Fáa vit í framtíðini fleiri elfeløg?
At tit vilja hava hesi verk í partafelagsform og seinni privatiserað hevur eina heilt aðra ætlan, sum eg haldi, at tit borgarligu erliga skulu melda út.
Tit vilja, at privati kapitalurin skal inn og fáa ágóðan, taka tann lønandi partin, meðan tað almenna skal sita eftir við tí partinum, sum bert gevur hall.
Royndir úr útlondum
Síðan nevnir Bjørn á Heygum dømi um tænastur, har útbjóðing hevur givið bíligari rakstur. Hann nevnir m.a. eldrarøktina, reingerð á sjúkrahúsum og renovatiónina.
At ansa okkara eldru fyri »discount-prís« haldi eg vera lítið sømiligur máti at takka teimum fyri bit og slit. Hyggur tú í Danmark eftir, hvørja tænastu tey gomlu fáa, har henda tænasta er privatiserað, og hvussu stórt útskifti er av teimum, sum veita tænasturnar, so vænti eg, at tú kemur á aðrar tankar.
Sjálvsagt skal henda tænasta gevast av fólkum, sum eru upplærd í fakinum, og sum hava virðing bæði fyri teimum gomlu og fyri tænastuni. Tá ið taksametrið tikkar, tá vænti eg ikki, at hetta fer at verða okkum politikkarum til nakran sóma.
Annars tori eg at siga, at vit við heimahjálpini hava best virkandi skipan í Norðurlondum, og okkara røktarheim og okkara primera heilsutænasta hava gjørt eitt megnararbeiði, hóast tey nú í fleiri ár hava koyrt upp á pumpurnar, hvat játtan viðvíkur.
Tað er nóg ringt, sum tað er í dag hjá okkum, aftaná okkara stóra niðruskurð á hesum og øðrum økjum.
Hin vegin kann tað gott vera, at danskir myndugleikar halda, at alt stendur væl til, tí tey gomlu eru ikki tey, sum standa í fremstu røð og kæra sína neyð.
Viðvíkjandi reingerðini á donskum sjúkrahúsum, so má ikki standa allastaðni so væl til, tí fyri kortum var frammi, at støðan á Ríkissjúkrahúsinum var út av lagi vánalig, hvat reinleika viðvíkti.
Annars vita vit, at reingerðingsvinnan í Danmark er tann vinnan, sum hevur mest av svørtum arbeiði og tað er neyvan so løgið, at teir kunnu átaka sær uppgávur bíligari enn tað almenna.
Men tað sum fyrst og fremst telur, er, at okkara sjúkrahús verða bæði væl og virðiliga gjørd rein, hóast júst reingerðin alla tíðina hevur verið skorin niður. Tað sama kann ikki sigast um privatu reingerðina á einstøkum sjúkrahúsum í Danmark.
Privatiseringarnar hjá Thatcher og øðrum Annars kann Bjørn á Heygum og lesarin bert taka niður í dungan av ótrúliga óhepnum privatiseringum, sum hendu ta alt ov longu tíð, sum teir konservativu og serliga Thatcher sótu við valdi í Onglandi.
Hvussu gekst, tá vatnveitingin og vatnverkini vórðu privatiseraði í Onglandi? Jú, tænastan dýrkaði, kvaliteturin versnaði, og nakrir fáir privatir struku av stað við risavinningi. Vatnverkini vórðu hvørki viðlíkahildin og enn minni útbygd. Tað gav at bíta.
Tú kundi eisini tikið dømi frá amerikanska heilsiverkinum, sum jú er rættiliga nógv privatiserað. Hvussu stórur partur av amerikanska fólkinum hevur ráð til at leita sær heilsubót á sjúkrahúsunum? Og hvat kostar henda borgarliga skipanin?
Jú, amerikanska heilsuverkið er eitt av heimsins dýrastu. Haraftrat eru hagtølini bæði viðvíkjandi livialduri og barnadeyðiligheit als einki at reypa av, tvørturímóti.
Ikki tí, teir hava nøkur sera framstandandi sjúkrahús, hvat viðgerð viðvíkur, men miðalstøðið er lægri enn tað norðurlendska.
Har eru vit ósamdir
Nei, vit eru langt frá samdir í tí, tú skrivar, og mín sannføring er, at verður tað almenna stýrt við skili ber sjálvandi til nógv betur at røkja hesar tænastur. Haraftrat eru tað hóast alt nakrar tænastur, sum als ikkiber til at privatisera m.a. eldrarøktin, sum tú tekur fram sum eitt vælegnað dømi.
Hetta verður ikki sagt av sosialistiskari vanahugsan, sum tú vilt gera tað til í tíni grein. Tú sigur forrestin, at afturhaldskreftir úr Tjóðveldisflokkinum og úr Javnaðarflokkinum vilja bert økja tann tyngjandi almenna sektorin.
Eg haldi, at tú her er sera stuttmintur, tí neyvan man nøkur samgonga hava sett so nógv almenn starvsfólk, og tað serliga stjórar, enn júst henda, sum tú sjálvur er partur av. Er hetta so nýggja borgarliga vanahugsanin?
Jú, eg eri samdur í tí, at vit skulu syrgja fyri, at skattgjaldarans pengar verða nýttir so skynsamiliga sum gjørligt, men vit eru avgjørt ikki samdir í mátanum.
Jóannes Eidesgaard