? Tíðin, sum børnini hava saman við starvsfólkinum í dagstovnunum, hevur ógvuliga stóra ávirkan á, hvussu børnini fara at verða sum eldri.
? Dagstovnarnir hava sera nógv at siga fyri uppalingina og persónsmenningina hjá børnunum, og tí er tað ikki líkamikið hvørji starvsfólk eru í dagstovnunum.
?Samfelagið er í støðugari menning, og tað er alneyðugt, at dagstovnarnir fylgja við í menningini, og ikki halda fast í gamlar vanar, bert tí teir eru gamlir vanar.
Millum annað hetta kom fram á stórari ráðstevnu um trivnað hjá børnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Luttakarar vóru pedagogar og starvsfólk á dagstovnum um alt landið, og millum fyrilestrahaldararnar vóru kendu Erik Siegsgaard og Margrethe Brun Hansen.
Tað vóru tær fýra, Maibritt Simonsen, Turið Horn, Poula Eidesgaard og Jórun Niclasen, ið skipaðu fyri.
Stovnarnir nýggjan leiklut
Spurdar, um leikluturin hjá dagstovnunum er um at broytast, svara tær sum við ein munn, at tað er hann avgjørt.
Tær siga seg allar rokna við, at nú ansingartørvurin er um at verða fyltur, fer leikluturin hjá stovnunum eisini at broytast.
? Fyrr tóku foreldrini gleðiliga við einum og hvørjum stovnsplássi, tey fingu. Tey kundu ikki tilláta sær at seta nøkur krøv, tí tey vóru glað, bara tey fingu ansingarpláss. Men nú er tørvurin nøktaður, og foreldrini fara nú at kunna velja hvønn stovn tey ynskja. Tey fara at seta krøv og seta spurnaðartekin við ymisk ting, sum vit starvsfólk kanska ikki hava givið okkum far um fyrr, greiða tær fýra frá.
Tær eru samdar um, at tað er ein gott at hava foreldur, ið seta krøv, tí tað ger, at starvsfólkið á stovnunum ikki kann »sovna« í arbeiðnum. Og tað hjálpir teimum at síggja, hvar orkan skal setast.
Fyrr vóru ansingarstovnarnir ein praktisk loysn fyri foreldrini, soleiðis, at tey sluppu aftur til arbeiðis, men nú er meiri fokus sett á børnini og hvat tey gera um dagarnar. ?Innihaldið er vorðið umráðandi, og allir stovnar leggja dent á at gera dagarnar so góðar sum gjørligt fyri børnini, halda tær fýra.
Børnini eru í stovnunum einar 8-9 tímar dagliga, og tí slepst heldur ikki undan, at eitt ávíst uppalingararbeiði áliggur starvsfólkinum á stovnunum.
? Tað slepst ikki undan, at vit hava eina sera stóra ávirkan á børnini, tí tey eru jú hjá okkum allan dagin, hvønn dag. Og tá tosa vit um teir bestu tímarnar av degnum, siga tær.
Tær leggja tí dent á, at tað tí er sera týdningarmikið at foreldur og dagstovnar megna at supplera hvønn annan og samstarva, fyri at gera trivnaðin hjá børnunum so góðan sum gjørligt.
? Á hesi ráðstevnuni, hava fyrilestrahaldararnir givið okkum nøkur góð amboð at nýta í gerandisdegnum. Vit hava fingið nøkur ráð um, hvussu vit fáa alneyðuga samstarvið við foreldini í lag, siga tær.
Vanta námsfrøingar
Teir fýra fyrireikararnir vóna, at vaksandi krøvini til dagstovnarnar fara gera stóra tørvin á pedagogum í Føroyum enn sjónligari.
? Í Føroyum verður barnagarðsarbeiði mett at vera nakað, sum ein og hvør kann gera. Holdningurin er, at um tú ikki veitst hvat tú skalt gera, jamen so kanst tú altíð fara í ein barnagarð, tí tað arbeiðið klára øll, sigur Turið.
Tær rista allar við høvdinum og staðfesta, at hatta er ein rættiliga vandamikil hugsan. Tíðin í barnagarðinum er sera týdningarmikil fyri framtíðina hjá børnunum, og tær sláa fast, at tað tí ikki er líkamikið hvør er um børnini. Tað er eitt arbeiði, sum krevur kompetancu.
? Av tí, at starvsfólkið í dagstovnunum hevur eina so stóra ávirkan á hugsaninar hjá børnunum, er tað ikki líkamikið hvør tað er, sum arbeiðir har. Men okkara størsti trupulleiki er, at vit í Føroyum bert taka ein pedagogflokk inn um árið, og tað er langt frá nóg mikið til at nøkta tørvin, greiðir Maibritt frá.
Tað verður mælt til, at tveir triðingar av starvsfólkinum á stovnunum skulu vera pedagogar og ein triðingur skal vera starvsfólk. Men sum tað er í dag, er býtið akkurát øvugt.
? Tað er ógvuliga óheppið, men tað vísir seg bara ikki at vera politiskur vilji til at økja um talið á pedagogflokkum. Politikararnir tykjast enn halda, at dagstovnarnir bert eru til, fyri at foreldrini skulu kunna arbeiða, sigur Jórun.
Ovurstórur tørvur
Tær fýra siga, at dagstovnastarvsfólkið stendur við eini ógvuliga stórari ábyrgd, og við dagligum trupulleikum, sum kunnu vera sera torførir at loysa. Tí hildu tær tørv vera á eini ráðstevnu sum hesari.
? Stóri áhugin fyri hesari ráðstevnuni vísir heilt greitt, at okkum veruliga tørvar at seta fokus á nøkur ting í okkara arbeiði. Starvsfólkini á dagstovnunum hungra eftir, at arbeiðið verður tosað ígjøgnum, tað sást tú týðiliga um tú eygleiddi áhoyrararnar undir fyrilestrunum, sigur Turið.
Tær fýra siga, at tær vistu um tørvin, men tær høvdu als ikki væntað, at hann var so ovurhondsstórur.
Tað hevur tikið teimum hálvtannað ár at fyrireika ráðstevnuna. Orsøkin til longu fyrireikigartíðina er, at tær vildu hava barnaserfrøðingarnar og rithøvundarnar Margrethe Brun Hansen og Erik Siegsgaard við, og tey eru umbiðin langt fram í tíðina.
? Tey hava bæði tvey skrivað nakrar ógvuliga viðkomandi bøkur, sum vit kenna her í Føroyum. Tey hava somu hugsan um børn og uppaling, og tey hava royndir í at vera við á rástevnum, tí vildu vit hava tey bæði við, greiða teir fýra fyrireikararnir frá.
? Vit vistu, at áhugin var til staðar, men vit høvdu kanska roknað við eini 200 fólkum. So tað var luttakaratalið, sum vit settu roknistykki upp eftir. Komu tað 200 fólk, høvdu vit framvegis skinnið á nøsini, greiðir Poula frá.
Men áhugin vísti seg at vera umleið tríggjar ferðir so stórur. Ráðstevnan var fullteknað við fýrahundrað luttakarum, og tað vóru somuleiðis yvir 200 fólk, sum ikki sluppu við vegna plásstrot.
Tær siga seg hava fingið nógvar positivar afturmeldingar.
? Ráðstevnan hevur nomið við nøkur sera viðkomandi gerandisting, sum vit ganga og stríðast við í tí dagliga. Allir fyrilestrarnir viðgjørdu aktuell ting, sum vit kendu okkum aftur í. Tað prógvaði láturin, sum rungaði í salinum, tá fyrilestrahaldararnir komu við ymiskum dømum úr gerandisdegnum, siga tær.
Maibritt, Turið, Poula og Jórun hava fingið eitt sera stórt herðaklapp fyri ráðstevnuna, og tað hevur givið teimum hug at skipa fyri einum líknandi tiltakið aftur.
? Hvør veit, kanska vit finna uppá okkurt einaferð í framtíðini. Vit hava í øllum førum hug til tað, og nú hava vit eisini fingið nakrar royndir av at skipa fyri hesari ráðstevnuni. Og at áhugin og tørvurin er til staðar, er í øllum førum staðfest, siga tær at enda.