á Borg, Argir, í summarsól 2025:
9/5-2028: Handan dagin eru liðin 200 ár, síðan Andras úr Hvalba og Elsuba av Kjalnesi keyptu Argir á uppboðssølu í Saksun.
Hvat man fara at henda, og hvat man vera hent á Argjum um 3 ár?
SJÓSAVNIÐ: Vónandi verður stásiliga sjósavnið heimi á Billutrøð liðugt í 2028.
KIRKJAN: Tori illa at nevna tað, men vónandi verður nýggj, stásilig kirkja liðug í 2028. Má aftur nevna hetta: Tað er okkurt, sum minnir um halgibrot, um grót ikki verður týðandi partur av Argja kirkju. So góðu tit, ið varða av, okkurt má broytast, ikki minst eystureftir!!
ARGJABOÐI: Hetta einaferð so fagra, friðsæla stað! Jú, so er, tíðin krevur broytingar og menning, men --.
Oman fyri vegin úti á Gørðum, uttan fyri / sunnan fyri Argjaboðaá er nú grivið omanav til stóran íbúðablokk. Har verður hugnaligt og veðurgott at búgva, men heimi í Støðni er gamli, smali vegurin, sum als ikki er nøktandi til tunga ferðslu og nógv økt íbúgvatal á Argjaboða!!
VEGURIN Í BYGDARHJARTANUM: Hasin gamli bygdarvegurin beint oman fyri støðna fer beint gjøgnum elsta býlingin í bygdini. Har eru 3 av elstu húsunum á Argjum, 2 niðri í støðni (Andrasarstova 1853) og 1hús (Metta) nakrar metrar heimari beint oman fyri smala vegin. Tey húsini eru eisini frá 1850-árunum.
Heilt niðan móti vegnum eru neystini. Beint oman fyri vegin er minnisvarðin. Fáar metrar oman fyri / sunnan fyri minnisvarðan er kirkjugarðurin, har tey spitølsku vórðu jarðað. Harumframt stóð tiltikna spitalskusjúkrahúsið fáar metrar eystan fyri minnisvarðan, beint við Mataránna, sum sæst renna har enn. Sjúkrahúsið hevur staðið á leið har, sum koyrivegurin er nú.
VARÐVEITA / ENDURSKAPA BYGDARHJARTAÐ!?: Man tað ikki bera til partvíst at endurskapa upprunabýlingin oman fyri støðna? Onkur byggir enntá skýborgir (hugborgir) viðvíkjandi at endurreisa spitalskusjúkrahúsið sum okkurt slag av bygdarsavni. Tekningar eru tøkar.
NÝGGJAN VEG OMANFYRI!?: Skulu hugborgir partvíst gerast veruleiki, má nýggjur vegur gerast (helst oman fyri minnisvarðan og kirkjugarðin)!? Vegurin kann so sneiða oman í Argjaboðagøtu sunnanvert við støðna!?
Kanska hevur Tórshavnar kommuna onkrar spennandi ætlanir hasum viðvíkjandi!?
Við argja- og argjaboðakvøðu
Eyðun á Borg