Íðan, so kann ein spyrja, er tað tí at vit hava eitt steindeytt kynslív í Føroyum? Tølini tala, at so er ikki. Hagtøl frá Landslæknanum vísa, at gott og væl 10% av teimum, sum hava latið seg kannað fyri klamydia seinastu trý árini, hava hesa kynssjúku. Samanborið við til dømis Danmark eru har umleið 7% av teim sum lata seg kannað smittað.
Í 2004 vóru nærum 15% av teim sum lótu seg kannað, smittað við klamydia. Landslæknin legði tí í tíðindaskrivum serliga áherðslu á, hvussu lætt tað er at fyribyrgja klamydia við at brúka hít. Eisini vísti hann á fylgurnar av klamydia, sum kunnu gerast sera álvarsligar fyri kvinnur. Tølini fyri 2005 vístu tíbetur eina minking, tá vóru 10,4% av teim sum lótu seg kannað smittað.
Landslæknin hevur javnan sent tíðindaskriv út viðvíkjandi fyribyrging av klamydia. Hesin hevur ikki myndugleika til at seta tiltøk í verk, men kann mæla til, hvat er til ráða at taka. M. a. mælti hann til í uppskoti til fólkaheilsuætlanina, at dentur átti at verið lagdur á fyribyrging av klamydia hjá ungum. Men tá endaliga ætlanin kom, var hetta tilmælið strikað.
Um allan heimin síggjast øktir tilburðir av klamydia.
Fleiri lond, m. a. Danmark, Norra, Svøríki, Ísland og Grønland, eru tilvitað um og hava sæð týdningin av, at fólkið hevur góða kynsliga heilsu, og hava fingið hetta sett inn í tær fólkaheilsuætlanir, sum tey hava sett sær sum mál at røkka. WHO hevur eisini gjørt eina alheims strategi galdandi fram til 2015 um fyribyrging og eftirlit av kynssjúkum. WHO leggur dent á, at tað serliga er umráðandi at fáa mannfólk tilvitaði um týdningin av at hava góða kynsliga heilsu, at teir lata seg kanna, og at teir brúka hít.
Kanningar vísa, at hóast menn hava havt eina kynssjúku, so hevur meginparturin av teimum ikki ætlanir um at brúka hít í framtíðini. Menn fáa ikki í sama mun sum kvinnur fylgir av klamydia ella øðrum kynssjúkum. Møguliga er tað orsøkin til, at so nógvir menn sløsa við at brúka hít ella at lata seg kanna. Kvinnur vera oftari kannaðar, tí tær koma oftari í samband við lækna/heilsuverki í samband við, at tær søkja sær ráð um fyribyrging móti óynsktum barnsburði, uppsetan av spirali, í samband við barnsburð, abort, kynssjúku ella øðrum. Kvinnurnar eru tær, sum aloftast kenna fylgurnar meinast á egnum kroppi.
Vanligastu kynssjúkurnar eru soleiðis háttaðar, at ígerðin setir seg í lívmóðurhálsin og kann fara upp í gjøgnum lívmóðurina, haðani hon kann spjaða seg út í eggjaleiðarnar. Tá ígerðin er komin í eggjaleiðararnar, kann hon vera atvoldin til at hesir klistra saman, trongjast ella heilt latast aftur, soleiðis at eitt gitið egg ikki sleppur ígjøgnum og tískil ikki fær fest seg inni í lívmóðrini, har tað átti at vaksið seg til eitt fostur. Fylgurnar eru m. a undirlívsbruni, sum kann gerast kroniskur, pína, barnloysi, graviditetur uttan fyri lívmóðrina, sum í ringasta føri kann vera lívshóttandi fyri kvinnuna. Aðrar fylgjur eru, sum ikki vera nevndar her.
Menn fáa sum oftast ikki annað mein enn at teir kunnu fáa bruna í hjáeistini, sum í ringasta føri ger teir lívssørar.
Klamydia er lúnsk, tí bert fjórði hvør sum er smittaður, hevur sjúkueyðkenni. Nógv flestir tilburðir koma fyri hjá ungum ímillum 15 og 29 ár. Hetta er tíðarskeiðið, tá tey ungu byrja upp á kynslívið, og eksperimentera meiri ella minni við ymiskum partnarum.
Klamydia er bert ein av mongum kynssjúkum. Um man er smittaður við eini kynssjúku, er man meiri útsettur ella móttakiligur fyri øðrum kynssjúkum.
Í hesum sambandi kann nevnast kynssjúkan HPV (Human Papiloma Virus), sum kann elva til krabba í lívmóðurhálsinum, og sum er orsøk til nógv størsta partin av krabbatilburðunum í lívmóðurhálsinum. Nú ber til at koppseta ungar gentur móti hesum, og hóast koppsetingin ikki verjir móti øllum typum av HPV, so er hetta eitt stórt framstig. Heili 15 kvinnur eru deyðar av krabba í lívmóðurhálsinum frá 1996 til 2006 í Føroyum. Tað eru 15 kvinnur ov nógv.
Í samband við masterritgerð (MPH) gjørdi undirritaða samrøður við heilsufrøðingar, lærarar og kommunulæknar í høvuðsstaðarøkinum og úr eini bygd, umframt samrøður við nakrar miðnámskúlanæmingar yvir 18 ár úr somu støðum um fyribyrging av klamydia.
Niðurstøðan var í stuttum, at um tey professionellu skulu kunna geva haldgóða og tíðarhóskandi frálæru um kynslív og tað sum hartil hoyrir, so krevst eftirútbúgving, dagføring av frálærutilfari, frálæruhættum og kanningarhættum. Nevnast kann, at nærum onki frálærutilfar er á føroyskum innan hetta øki.
Tey ungu eftirlýsa føroyskt tilfar, halda seg vita ov lítið um kynssjúkur og halda undirvísingina vera tilvildarliga. Dreingir halda ikki at klamydia er ein trupulleiki, tí tað er lætt at viðgera. Summar gentur óttast fyri at tær gerast barnleysar, um tær fáa klamydia. Genturnar halda, at undirlívskanning er óbehagilig. Hítin verður fyrst og fremst brúkt fyri at verja seg móti óynsktum barnsburði, meðan fyribyrging av kynssjúkum kemur í aðru røð, um tað í heila tikið verður raðfest. Hóast hítir kunnu keypast alla staðni, so er tað øgiliga flóvisligt at keypa tær.
Ungdómssendingin Zipp hevur varpað ljós á kynslív. Hetta eru góðar og viðkomandi sendingar, har tey ungu sleppa framat og tora at tosa um kenslur og siga sína meining um kynslív, kynssjúkur og fosturtøku. Heilsufrøðingur er eisini við. Hon hevur viðmerkingar út frá sínum professionella sjónarhorni, og har er ongin peikifingur á lofti. Slíkar sendingar eru neyðugar, takk skulu tit hava fyri tær!
Í sendingini kendi eg úttalilsi aftur frá arbeiðinum við masterritgerðini: ”...her er alt so lítið í Føroyum og so langt burtur, at her kann onki ilt røkka okkum”. Also, sum strussurin, vit stinga høvdið í sandin, so er allur vandi burtur.
Vandin er har. Men umráðandi er fyrst og fremst at varpa ljós á tað góða kynslívið, og geva teim ungu førleika til sjálvi at hugsa og taka avgerðir um, hvussu tey vilja at teirra kynslív skal vera.
Kynslív er ein mannarættur, og er ein centralur partur av tí at vera menniskja. Kynslív umfatar sex, kynssamleika, kynsrollur, erotik, njóting, nærleika, reproduktión etc. Kynslig heilsa krevur eina jaliga og virðiliga tilgongd til kynslív, og rættindi til at móttaka undirvísing og upplýsing um kynslívið.
Her er nógv at taka fatt í hjá avvarandi heilsu- og skúlamyndugleikum. Umráðandi er at lurta eftir teim ungu eisini, tey eru jú málbólkurin. Ein ætlan eigur at gerast fyri alt landið, bæði fyri hvussu undirvísing og upplýsing skal skipast, og um eventuella screening, og hvussu hetta eigur at vera gjørt.
Tað frættist í Útvarpinum, at útlendsk læknalesandi skulu koma hendan vegin at gera skav úr lívmóðurhálsi hjá ungum føroyskum kvinnum. Er tað rættur framferðarháttur, m.a. havandi í huga, at ungar gentur helst vilja sleppa undan undirlívskanning? Kann hugsast, at tað var munandi lættari og bíligari at gera urinkanning av dreingum í staðin, og á tann hátt fingið teir meiri við, vísandi til strategiina hjá WHO. Fyrilit má takast fyri øllum aspektum innan kanningarhátt, eisini fíggjarliga.