so eg havi ikki havt so nógva tíð at fyrreika meg í. Sambært Sóleyð er hetta ein kapping við tí kvinnuliga ímóti tí mansliga. Ein skal ikki líkjast eini model, men tó skal man verða rættiliga væl "trimmaður" [...] eisini báðu ferðirnar. Í fjør var virðislønin at sleppa við til EM í Barcelona og VM í Kina, men báðar kappingarnar vórðu avlýstar, tí stuðlarnir tóku seg aftur. Ætlanin var síðani at gera eina kapping í [...] Kapping Hetta er triðja kappingin av sínum slag í Føroyum. Fyrstu ferð æt hon tó Føroya Fimasta Kvinna. Miss Galaxy kappingin er býtt upp í tríggjar partar. Fyrst skal poserast í kjóla, síðani í bikini
Soleiðis eitur ein Facebook satirusíða, sum sigur seg arbeiða á Almannastovuni, og sum ummælir wc í Føroyum. Í Danmark finst ein nógv vitja ummælissíða av almennum WC, og nú er eisini ein komin í Føroyum [...] deila ein snaps. Eg gekk spakuliga yvir til flotta verkið. “Made in Germany” stóð á síðini. Sjálvandi, hugsaði eg. Og lukturin úr pissuarinum var tann heilt standard klassiski pissuar lukturin. Ein góð [...] vegnum. Um Pisshúsið á Vaglinum stendur millum annað: "Man merkir við tað sama, at hetta er ikki eitt vanligt stórbýar wc. Hetta er eitt wc við einum serligum stíli. Gud viti hvør arkitekturin handan wc´ið er
samfelag okkara. Bæði fyri tann, sum ikki trívist, og fyri okkum sum samfelag. Ein íløga í menniskju er altíð ein góð íløga, sigur Jóhannis Joensen. [...] uppskotinum um ókeypis sálarfrøði til børn og ung, at tað var neyðugt er at røkka teimum undir 15 ár betur. Í hesum sambandi varð eisini sagt, at ein skipan við økisskúlasálarfrøði møguliga hevði fyribyrgt [...] Jenis av Rana helt hugskotið vera skilagott, og segði seg fara at kanna hetta nærri. - Eg vóni, at landsstýrismaðurin ger meira við hetta, og at trivnaðurin hjá børnum og ungum fær hægstu raðfesting í samfelag
fremstur var tíðin hjá Guttormi Sørensen á breytini á Svangaskarði langt frá eins góð og á ólavsøku, tá hann brúkti 16 minuttir og 44 sekund um sama tein á Skálatrøð. Næst longsti teinurin var 800 metur [...] vit hava í Føroyum. Hetta hevur hon prógvað ferð eftir ferð, og tað gjørdi hon aftur sunnudagin, tá FM á breyt var á Svangaskarði. Sum einasti luttakarin á 5000 metra teininum var ikki nógv at kappast [...] hátt sum hjá kvinnum á 5000 metra teininum, var vinnarin júst tann, sum væntað var frammanundan. Guttorm Sørensen rann fimm kilometrar við tíðini 17.37,6, sum var sløk 21 sekund skjótari enn Jan Elmar Sørensen
óvanligt í, at fólkatalið á útoyggj veksur. So var eisini í Mykinesi, og mánadagin var talið av vitjandi kanska størri, enn ein vanligan summardag.Orsøkin var, at Fólkatónleikastevnan hendan dag setti dagsskránna [...] varð spurdur, um hetta var minsti festivalur í heiminum, so var skemtiliga svarið, at stevnan er ikki minsti tónleikafestivalur í heiminum, men kanska tann loyniligasti. Tað er ov sonnum ein øðrvísi uppliving [...] mánadagin í Mykinesi bjóðaði bæði útlendskar og føroyskar tónleikarar, og hetta var ein breið skrá. Stutt kann sigast, at har var okkurt fyri øll. Tað er ikki at lúgva, tá sagt verður, at Fólkatónleikastevnan
Hálsi 2. jóladag fingu vit orðið á landsliðvenjaran, Birgir Hansen. Hann var sera væl nøgdur við kappingina. - Hetta var ein góð kapping fyri landsliðið. Nú fingu vit møguleika at spæla eitt sindur meir [...] ígjøgnum. Er hetta nakað, sum tit mugu arbeiða við? Ja, vit lata ov nógv mál inn í dag, og hetta er nakað, sum vit heilt sikkurt mugu arbeiða meir við. Samarbeiðið millum verjurnar og málverjarnar var heldur [...] hondbólt. Tey royndu at kempa, og fleiri leikarar vístu ótrúliga gott hondbóltsspæl í dag, so hetta var fínasta slag. Kunnu vit vænta at síggja onkrar nýggjar leikarar á landsliðnum komandi tíðina? Hvørki
umráðandi fyri rannsóknarferð tína inn í árið, ið farið er um bak: Hvussu var árið, ið fór fyri meg? Hvat var gott og vakurt og hvat var trupult og svárt? Hvat gjørdi árið við meg? Hvussu fari eg at enda árið [...] bæði í takksemi og vísdómi? Hvat er tað, sum eg á ein hátt kenni, men tó enn ikki havi sett orð á, sum Gud er í ferð við at mynda í lívi mínum? Hetta merkir kanska, at eg skal hyggja at myndum, teldupostum [...] saknurin um tey, hevur vitjað regluliga í 2018. Men sjálvt um árið var merkt av sorg, so kann eg tó við takksemi hugsa um, hvussu hetta hevur ment meg. Eg kann gleðast um vísdómin, sum sorgin hevur við
og vísir til sonevndu posadialysuna: - Posadialysan er í mongum førum eins góð og hæmodialysan. Og fyri brúkaran kann tað vera ein lættari loysn, tí viðgerðin kann fara fram heima í stovuni hjá brúkaranum [...] inn á Klaksvíkar Sjúkrahús. - Verður tað álagt mær at skipa eina tílíka tænastu har norðuri, so má eg fyrst og fremst gera upp við meg sjálvan, um mær dámar luktin í bakarínum. Landsstýrismaðurin kann [...] og Eysturoynni hava rætt til dialysuviðgerð í sínum nærumhvørvi, ítøkiliga á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Ein ítøkilig áheitan frá hesum brúkarum hevur fingið Karsten Hansen at umhugsa at flyta part av dialys
í Havn. Bólkurin Humble Cry var stovnaður í samband við HMU-konsertina í mars, og hetta var onnur framførsla teirra Humble Cry borðreiddi við popputum rokki, sum onkuntíð var meira melankolskur og dapur [...] yvir í progressivan rokk. Hetta var nokk besti sangurin á konsertini. Í seinasta sanginum var tað hinvegin sum at hoyra Faith No More við "Easy", og hin sangarin ljóðaði nú sum ein svartur prædikumaður. [...] fingu betur stýr á, sum konsertin leið. Humble Cry er ein nýggjur og rættiliga ungur bólkur, og teir spæla eitt sindur óruddiligt. Teir høvdu fleiri góð hugskot, men hava avgjørt tørv á meiri venjing og á
gjøgnummusikalskt groove, sum ger hana skikkaða at fáa hægstu mentanarheiðursløn landsins (ja, hetta var eitt hint!). Sigast skal, at ummælari tygara í kvøld er eitt sindur ógegni, tí Guðrið Hansdóttir [...] fólkatónleik við einari sum Guðrið, sum eisini er er ein dýrgripur fyri málbólkin, sum undirritaða avgjørt er partur av. Koyr á Guðrið - tú ert bara for góð. [...] Guðrið Hansdóttir framførsla á summarfestivalinum var sikkur, herlig og svingandi og skuldi verið nógv drúgvari. Fyri einari løtu síðani fylti Guðrið Hansdóttir Flagsteltið og oyruni hjá áhoyrarunum á