Guðrið er ein gáva

Guðrið Hansdóttir framførsla á summarfestivalinum var sikkur, herlig og svingandi og skuldi verið nógv drúgvari. Fyri einari løtu síðani fylti Guðrið Hansdóttir Flagsteltið og oyruni hjá áhoyrarunum á Summarfestivalinum við deiligu djevilssettu rødd og rútmum sínum. Guðrið Hansdóttir hevur eitt yvirlekkurt, rátt, humoristiskt og gjøgnummusikalskt groove, sum ger hana skikkaða at fáa hægstu mentanarheiðursløn landsins (ja, hetta var eitt hint!).

Sigast skal, at ummælari tygara í kvøld er eitt sindur ógegni, tí Guðrið Hansdóttir er frammanundan sera høgt í metum her í firmanum og fastur gestur í oyralurtinum, tá kreativiteturin skal spretta.

Guðrið framførdi bæði nýggj og eldri løg, og gott hevði verið, um løgini vóru fleiri og framførslan drúgvari. Við gittarbukandi akustiska folk/rock protestsliga ljóðinum koma nøvn sum Alanis Morisette, Kate Bush, Janis Joplin, Susan Vega og Joan Baez fram fyri meg. Og tað er bæði herligt, stuttligt, svingandi og nýskapandi fyri føroyskan vísu- og fólkatónleik við einari sum Guðrið, sum eisini er er ein dýrgripur fyri málbólkin, sum undirritaða avgjørt er partur av. Koyr á Guðrið - tú ert bara for góð.