Heimsins loyniligasti festivalur

Mánadagin var sannur rómur í Mykinesi, tá Fólkatónleikastevnan setti dagskránna.

Summar er, og tá er onki óvanligt í, at fólkatalið á útoyggj veksur. So var eisini í Mykinesi, og mánadagin var talið av vitjandi kanska størri, enn ein vanligan summardag.Orsøkin var, at Fólkatónleikastevnan hendan dag setti dagsskránna í Mykinesi. Stevnan er partur av Summartónum, men er tó sjálvstøðug. Summartónar eru at hoyra alt summið, meðan Fólkatónleikastevnaner í nakrar dagar, og gongur fyri seg í Havn og á smærri plássum kring landið.

Júst hetta, at stevnan í stóran mun er á fjarskotnum støðum, ger at hon ikki er so kend manna millum, hóast hon hevur nógv ár baki. Stevnan er ikki nakað, ið hevur fingið stóra blaðrúmd.

Kristian Blak er samskipari av Fólkatónleikastevnuni, og tað sigst, at tá hann varð spurdur, um hetta var minsti festivalur í heiminum, so var skemtiliga svarið, at stevnan er ikki minsti tónleikafestivalur í heiminum, men kanska tann loyniligasti.

Tað er ov sonnum ein øðrvísi uppliving at vitja á útoyggj, og hava møguleikan at hoyra livandi tónleik allan dagin. Kirkjan var karmur um størsta partin av tiltøkunum og ein lítil hugnalig bygdakirkja er sera góður karmur um slíkt fólksligt tiltak.

Tað er heilt serstakt at sita á útoyggj og hoyra góðar tónleikarar syngja og spæla. Skráin mánadagin í Mykinesi bjóðaði bæði útlendskar og føroyskar tónleikarar, og hetta var ein breið skrá. Stutt kann sigast, at har var okkurt fyri øll.

Tað er ikki at lúgva, tá sagt verður, at Fólkatónleikastevnan ikki hevur havt so stóra rúmd í miðlunum, men hon hevur tó yvirlivað, og tey sum einaferð hava havt slíka hugnaliga og øðrvísi uppliving, gloyma hana ikki aftur.

Fólksligt og hugnaligt. Burtur frá býarlarmi. Hóast internet og fartelefonir eisini finna veg á útoyggj, so er ein ikki tøkur á sama hátt, sum á fastlandinum. Soleiðis at seta seg á síðulinjuna er í sær sjálvum sunt og ein góð uppliving, og tá er Fólkatónleikastevnan bara við til at gera hetta betri, so tøkk eiga tónleikarar og fyriskiparar. Gott at hava fingið innlit í hendan tónleikaliga loynidóm, sum hevur verið árligur gestur í áravís. Vónandi verður eisini soleiðis í framtíðini.






Hesi framførdu á Fólkatónleikastevnu í Mykinesi:

*Guðrið Hansdóttir,**Andy Irvine*,*Nordic Wedding Music,* *Spælimenninir*,*Gipsy Train,*

*Annemarie Zimakoff, Lív& The Zoo**,** Tróndur Enni,**Rod Sinclair, Niels Midjord& Nicolina Midjord*