Ummæli
Fyrstir at framføra leygardagin vóru nakrir ungir mans úr Meinigheitshúsinum í Havn. Bólkurin Humble Cry var stovnaður í samband við HMU-konsertina í mars, og hetta var onnur framførsla teirra
Humble Cry borðreiddi við popputum rokki, sum onkuntíð var meira melankolskur og dapur. Teir byrjaðu eitt sindur trilvandi, men fingu betur stýr á, sum konsertin leið.
Humble Cry er ein nýggjur og rættiliga ungur bólkur, og teir spæla eitt sindur óruddiligt. Teir høvdu fleiri góð hugskot, men hava avgjørt tørv á meiri venjing og á at arbeiða meira við hugskotunum.
Gulir bønarlepar
- Vit fara at hava eina eitt sindur snediga konsert, legði sangarin fyri við at siga.
Og har vóru onkur heldur annarleiðis ting við. Á pallinum stóð ein hvítur krossur. Tríggjar gentur í hvítum búnum fóru ímillum fólkini at savna bønarevni inn á gulum lepum, og so vórðu hesir klistraðir uppá krossin. Genturnar lógu so á knæ og bóðu fyri hesum alla konsertina.
Allir sangirnir uttan ein vóru á enskum. Tekstirnir vóru á til tíðir nokkso undarligum enskum. Tað snúði seg um trupulleikar og tankar, sum tannáringar hava, serliga um tað at vera kristin. Tannáringa angist og trúðarstríð.
Uppfinnsamt
Gittarin var allatíðina fremst í ljóðmyndini. Í sanginum "Black Holes Holy" sang gittarspælarin Sámal Jákup við hásari rokkrødd. Í endanum spældi hann eisini blokkfloytu afturvið melankolska rokkinum, sum eisini royndi at fara yvir í progressivan rokk. Hetta var nokk besti sangurin á konsertini. Í seinasta sanginum var tað hinvegin sum at hoyra Faith No More við "Easy", og hin sangarin ljóðaði nú sum ein svartur prædikumaður. Fjølbroytt.
Tað var ikki polerað spæl, men tað var til tíðir rættiliga uppfinnsamt, og tað menti seg til eina spennandi og annarleiðis konsert. Har er nógv at arbeiða við, og ungu menninir kunnu blíva góðir, um teir venja og menna hugskotini.











