Friðin finnur tú á WC'inum

Wc í Føroyum. Soleiðis eitur ein Facebook vangamynd, sum sigur seg arbeiða á Almannastovuni, og sum ummælir wc í Føroyum.

Wc í Føroyum. Soleiðis eitur ein Facebook satirusíða, sum sigur seg arbeiða á Almannastovuni, og sum ummælir wc í Føroyum. 

Í Danmark finst ein nógv vitja ummælissíða av almennum WC, og nú er eisini ein komin í Føroyum. 

 

WC í Føroyum skrivar herligar søgur um WC upplivingar. Bæði WC á Landssjúkrahúsinum, í City Burger, í Steinatúni og á Vaglinum fáa nøkur orð við á vegnum. 

 

Um Pisshúsið á Vaglinum stendur millum annað: 

 

"Man merkir við tað sama, at hetta er ikki eitt vanligt stórbýar wc. Hetta er eitt wc við einum serligum stíli. Gud viti hvør arkitekturin handan wc´ið er, hugsaði eg. Albert Isfeld, kanska? Gud viti. Pissuarið man vera eitt av heimsins longstu pissuarum. Har kunnu uttan iva standa 10 prúðir menn við hvør sínum skerpikjøti og deila ein snaps. Eg gekk spakuliga yvir til flotta verkið. “Made in Germany” stóð á síðini. Sjálvandi, hugsaði eg. Og lukturin úr pissuarinum var tann heilt standard klassiski pissuar lukturin. Ein góð samanrenning av tubbaki og landi frá einum typiskum 60 ára gomlum taxasjaføri." 

 

Óvist er hvør stendur handan síðuna, men undir øllum umstøðum má sigast, at talan er um eina heldur satirusíðu. 

 

Les meira her: