bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum. Kappast varð í fimm bólkum, og nummar eitt og tvey í hvørjum bólki vunnu sær møguleikan at umboða Føroyar í NM-kappingini, sum verður í Íslandi í februar. Føroysku umboðini [...] Úttøkukapping til talvkappingina NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki. Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin
Hendingin í gjár, tá 20 børn og seks vaksin vórðu myrd í einum skúla í amerikanska statinum Connecticut, hevur sum væntað fingið amerikanararnar at kjakast um landsins umstríddu vápnalóg. Barack Obama [...] fyrr, men enn hava vit ikki sæð nakran gera nakað - hvørki í Hvítu Húsunum ella í Kongressini, sigur New York-borgarstjórin, sum er formaður í einum felagsskapi við 600 borgarstjórum, sum virka fyri einari [...] Obama, forseti, segði í gjárkvøldið, at tíðin er komin til at gera okkurt fyri at forða fyri fleiri sorgarleikum av hesum slagnum. Og borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, krevur, at forsetin kemur við
Sóknar Musikkfelag í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá Nes Sóknar Musikkfelag til árligu Musikkstevnuna, sum hesaferð verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 19.-21. [...] mai. Tað er GHM, sum fyriskipar Musikkstevnuna í ár, og næsta ár verður Nes Sóknar Musikkfelag, sum fyllir 50 ár í 2012, vertur fyri stevnuni. Nes Sóknar Musikkfelag hevur mangan spælt konsertir saman [...] Kenneth Jones, sum kemur at stjórna báðum orkestrunum. Kunningarstovan í Saltangará veit at siga, at nógv forvitnisligt verður á skránni í fimleikarhøllini á Glyvrum nú sunnukvøldið. - Eitt nú hevur Havnar
tók læraraprógv í Havn í 1956. Hon var fyrst lærari í Klaksvík í tvey ár frá 1957, og frá 1959 til 1997 var hon lærari í Tórshavnar Kommunuskúla. Hon hevur verið á fleiri ársskeiðum. Í 1965-66 var hon [...] nógv í hondarbeiði í Klaksvíkar Skúla, sjálv var hon lærari, og Absalon Djurhuus úr Heiðunum, sum hon giftist við, hevur eisini verið lærari. Ásvør og Absalon eiga trý børn: Inga Malena, býr í Sandavági [...] Sandavági, og Jógvan og Einar búgva í Havn
1,7 milliónir børn í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing sleppa frá at fara í skúla í ein heilan mánað. Tað kunngjørdu tey kinesisku bløðini í gjár. Orsøkin er, at heilsumyndugleikarnir í býnum hava sett sær [...] undan. Vit skulu hava fatur á øllum, segði formaðurin í Beijing-deildini hjá kommunistaflokkinum í gjár. Alment eru 97 kinesarar deyðir av SARS, harav 28 í Beijing. Aðrastaðni hevur sjúkan kravt 133 mannalív [...] sær fyri at forða fyri, at tann herviliga lungnasjúkan SARS skal fara at gera um seg í teimum nógvu skúlunum í býnum. Samstundis eru myndugleikarnir farnir undir eina rættiliga herferð, sum hevur til endamáls
orðum, har tú spælir við orðunum. Hann las upp nakrar yrkingar, og ein av hesum var, "Í einum hava í Hovi?": Í einum hava í Hovi vaksa tey løgnastu trø, krókut við krókutum greinum og bein trø við beinum, sum [...] barnaskúlan á Oyri og barnaskúlan í Tjørnuvík, og Jóan Magnus Joensen, sum er lærari í Tjørnuvík, hevur lagt næmingunum lag á at tekna og mála. Næmingar úr skúlanum í Tjørnuvík hava tískil eisini verið [...] tiltakið. Hugtakandi So skjótt, tú komst innar í skúlan, sást, at nógv hevur verið gjørt burtur úr. Veggirnir í Skálanum vóru prýddir við barnalist, og í øðrum stovum hingu tekningar og málningar, sum
harðskapi ímóti børnum, og í tí sambandi sipaði hann serliga til hendingina í Pakistan herfyri, tá ið yvirgangsmenn frá Taliban drupu 130 børn í einum skúla í Peshawar. Túsundtals fólk vóru í Vatikaninum og lurtaðu [...] hevur í dag borið fram eitt sonevnt ”urbi et orbi”, sum er ein traditionel jólatala, hann heldur fyrsta jóladag. - Eg biði til heimsins frelsara um, at hann skal ansa eftir okkara systrum og brøðrum í Irak [...] Irak og Sýria. Tey hava í alt ov langa tíð kent avleiðingarnar av stríði, og saman við øðrum etniskum og átrúnaðarligum minnilutum hava tey verið fyri brutalari forfylging, segði 78 ára gamli pávin. Hann
er komin frá Skála skúla, tí ein hundur gekk leysur í skúlagarðinum í gjár. Nøkur av børnunum tordu ikki út í garðin, fortelur politiið í morgun. – Hetta er nakað, sum kemur fyri í øllum bygdum kring landið [...] eru í bandi. Tað gevur trupulleikar hjá øðrum fólki. Hundurin skal vera í bandi, sigur vakthavandi hjá politinum. Politiið fær tó ikki gjørt so nógv við teir leysgangandi hundarnar. Boðini verða í staðin [...] staðin givin víðari til aktingarmenn í teimum ymsu kommununum. Hetta kann vera ein dýrur umgangur, tí fyri tað fyrsta er tað eitt upptøkugjald og gistingargjald. So skal eigarin eisini finnast, og tá kemur
landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi. Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt [...] ráðgevarafyritøku í leiðslu, og øðrum. – Steinbjørn Hardlei hevur fjølbroyttar royndir sum undirvísari á miðnámi, yrkisnámi og hægri námi, sigur Mentamálaráðið í einum tíðindaskrivi í morgun. Hann var stjóri [...] farið var undur at leggja av teir tríggjar skúlarnar, Handilsskúlan, Tekniska Skúla og studentaskúlan í Hoydølum, saman í skúladepilin, Glasir. Og aftaná samanleggingina varð hann settur sum umsitingarstjóri
tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960 og var lærari í heimbygdini, Fámjin, frá 1960 til 1965. Hesa tíðina røkti hann eisini dekna- og urgutænastuna í bygdini. Í 1965 flutti hann til Argir at búgva [...] gjørdist lærari við Argja skúla. Hetta starv røkti hann til 1. august 1998. Í hesum tíðarskeiði var hann bæði fyrstilærari, varaskúlastjóri og settur skúlastjóri. Henry hevur í mong ár verið organistur [...] Landssjúkrahúsinum og við jarðarferðir í Kirkjugarðskapellinum. Síðan Kirkju- og Missiónshúsið kom á Argjum í 1974, hevur hann eisini verið deknur og urguleikari har. Í 2005 fekk hann “tjenestemedalje i sølv”