Hendingin í gjár, tá 20 børn og seks vaksin vórðu myrd í einum skúla í amerikanska statinum Connecticut, hevur sum væntað fingið amerikanararnar at kjakast um landsins umstríddu vápnalóg.
Barack Obama, forseti, segði í gjárkvøldið, at tíðin er komin til at gera okkurt fyri at forða fyri fleiri sorgarleikum av hesum slagnum. Og borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, krevur, at forsetin kemur við øðrum enn tómum orðum.
-Vit hava hoyrt hetta orðalagið fyrr, men enn hava vit ikki sæð nakran gera nakað - hvørki í Hvítu Húsunum ella í Kongressini, sigur New York-borgarstjórin, sum er formaður í einum felagsskapi við 600 borgarstjórum, sum virka fyri einari strangari vápnalóg.
Michael Blomberg ásannar, at tann republikanski meirilutin í Umboðsmannatinginum kann forða fyri broytingum í vápnalógini, men hann heldur kortini, at forsetin eigur ikki at vera bangin fyri at leggja uppskot fyri Kongressina um at gera lógina strangari.