Forvitnislig konsert á Glyvrum

Sunnukvøldið 15. mai klokkan 19 verður konsert við Havnar Ugdómshornorkestri og Nes Sóknar Musikkfelag í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá Nes Sóknar Musikkfelag til árligu Musikkstevnuna, sum hesaferð verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 19.-21. mai.

Tað er GHM, sum fyriskipar Musikkstevnuna í ár, og næsta ár verður Nes Sóknar Musikkfelag, sum fyllir 50 ár í 2012, vertur fyri stevnuni.

Nes Sóknar Musikkfelag hevur mangan spælt konsertir saman við øðrum orkestrum, og hesaferð verður tað so saman við Havnar Ungdómshornorkestri. Tað verður Kenneth Jones, sum kemur at stjórna báðum orkestrunum.

Kunningarstovan í Saltangará veit at siga, at nógv forvitnisligt verður á skránni í fimleikarhøllini á Glyvrum nú sunnukvøldið.

- Eitt nú hevur Havnar Ungdómshornorkestur eina trompetkvartett og eina trombonkvartett, meðan Nes Sóknar Musikkfelag spælir lívlig løg sum The Acrobat hjá J.A. Greenwood og heitislagið í sjónvarpsrøðini og filminum The Flintstones, siga tey á Kunningarstovuni.