Pávin: Steðgið harðskapi ímóti børnum

Frans pávi ynskir sær frið og at forfylging av átrúnaðarligum minnilutum í Miðeystri steðgar

Frans pávi hevur í dag borið fram eitt sonevnt ”urbi et orbi”, sum er ein traditionel jólatala, hann heldur fyrsta jóladag.

- Eg biði til heimsins frelsara um, at hann skal ansa eftir okkara systrum og brøðrum í Irak og Sýria. Tey hava í alt ov langa tíð kent avleiðingarnar av stríði, og saman við øðrum etniskum og átrúnaðarligum minnilutum hava tey verið fyri brutalari forfylging, segði 78 ára gamli pávin.

Hann segði seg vóna, at jólini góvu teimum og øllum hinum flýggjandi og flóttarfólkum vón.

Pávin heitti eisini á heimin um at steðga harðskapi ímóti børnum, og í tí sambandi sipaði hann serliga til hendingina í Pakistan herfyri, tá ið yvirgangsmenn frá Taliban drupu 130 børn í einum skúla í Peshawar.

Túsundtals fólk vóru í Vatikaninum og lurtaðu eftir pávanum í dag, og sagt verður, at 1,2 milliardir katolikkar eru kring heimin.