Kring landið eru tað fleiri, ið hava ampa av leysgangandi hundum.
Ein fráboðan er komin frá Skála skúla, tí ein hundur gekk leysur í skúlagarðinum í gjár. Nøkur av børnunum tordu ikki út í garðin, fortelur politiið í morgun.
– Hetta er nakað, sum kemur fyri í øllum bygdum kring landið. Tað vísir seg, at tað sum oftast eru tey somu fólkini, sum lova hundunum út, uttan teir eru í bandi. Tað gevur trupulleikar hjá øðrum fólki. Hundurin skal vera í bandi, sigur vakthavandi hjá politinum.
Politiið fær tó ikki gjørt so nógv við teir leysgangandi hundarnar. Boðini verða í staðin givin víðari til aktingarmenn í teimum ymsu kommununum.
Hetta kann vera ein dýrur umgangur, tí fyri tað fyrsta er tað eitt upptøkugjald og gistingargjald. So skal eigarin eisini finnast, og tá kemur ein bót aftrat.
– Um eingin letur við seg koma, so verður hundurin avlívaður, sigur vakthavandi.











